350 løntakarar fleiri seinasta hálva árið

2017-03-09 09:10 Author image
Sigmund Vang

Í desember í fjør vóru 25.696 løntakarar, árstíðarjavnað, og er hetta sjeyndi mánaður á rað við vøkstri, upplýsir Hagstovan. Síðan 2014 hevur tað verið javnur vøkstur at kalla hvønn mánað, og seinastu trý árini eru lagstir eini 2.000 løntakarar aftrat. Í 2016 var lítil støðgur í vøkstrinum á vári, men síðani hevur vøksturin verið ein tann størsti seinasti trý árini. Seinasta hálva árið eru 350 løntakarar fleiri komnir aftrat.

Tað vóru flest løntakarar á páskum 2008, beint yvir 26.000, og framvegis vænta eini 300 í at náa tann toppin aftur. Við verandi gongd verður tað tó upp undir summarfrítíðina, at tað aftur verða yvir 26.000 løntakarar í Føroyum.

Kelda og lesið meira HER

  

  

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður