Løntakarar: Byggivinnan havt stóran vøkstur

Løntakarar: Byggivinnan havt stóran vøkstur

2017-06-14 09:11 Author image
Leif Láadal

Í mars í ár vóru 25.581 løntakarar, 603 fleiri enn árið fyri. Vøksturin er 2,4%. Tað er serliga byggivinna og onnur tilvirking, sum eigur ein stóran part av vøkstrinum. Í mars 2013, fyri fýra árum síðani, vóru um 2.900 løntakarar í byggivinnu, men hvørt ár eftir hetta hevur henda vinnan fingið umleið 200 løntakarar fleiri, so tað nú eru 3.750 løntakarar. Árligi vøksturin hevur verið millum 5,4 og 7,4%, skrivar Hagstova Føroya á heimasíðu síni.

Bæði privatar og almennar tænastur hava umleið 200 fleiri løntakarar nú enn fyri einum ári síðani. Tænastuvinnurnar eru væl størri enn byggivinnan, so vøksturin er heldur lakari í prosentum, nú eru 2,6% fleiri til arbeiðis í tænastuvinnunum.

Kelda og lesið meira HER

placeholder

Meira langlesnaður