Nærkast metinum á tali av løntakarum

2017-04-10 11:48 Author image
Sigmund Vang

Tað er ikki bara íbúgvaratalið í Føroyum, sum slær met í hesum døgum. Um nakrar mánaðir - um verandi gongd heldur fram - verður talið á løntakarum í Føroyum tað hægsta, tað nakrantíð hevur verið.

Tað sigur seg nevniliga ikki sjálvt, at um talið á íbúgvarum er høgt, so er talið á løntakarum tað eisini. Tað velst um arbeiðsloysi. Men arbeiðsloysi er sera løgt í løtuni (10. apríl vóru 481 fólk skrásett at fáa útgjald frá ALS), og tí bendir alt á, at 2017 verður tað árið, har flest løntakarar vóru.  

Í januar vóru 25.807 løntakarar, árstíðarjavnað. Hetta eru 110 fleiri enn í desember, sum svarar til ein vøkstur upp á 0,4%. Sjálvt um tað hevur verið vøkstur í yvir trý ár, so er ferðin í vøkstrinum í løtuni tann hægsta. Í januar 2014 vóru 23.653 løntakarar, og nú trý ár seinni eru tað yvir 2.000 fleiri. Í einum tíðarskeiði í 2007 og 2008 vóru tað nakað fleiri løntakarar enn tað eru nú, men heldur verandi gongd fram, so verður 2017 árið, har flest løntakarar vóru, upplýsir Hagstova Føroya.

Kelda: hagstova.fo

 

placeholder

Meira langlesnaður