Loppurnar vunnu gull og heiður á Special Olympics

2016-05-21 23:20 Author image
Dimma
Um vikuskiftið hevur fimleikaliðið Loppurnar hjá Fimleikafelagnum Ljósið verið í Danmark, har tey hava kappast í fimleiki til Special Olypics kappingina, ið hevur verið í Holstebro. Special Olympics er ein kapping fyri børn og ung við menningartarni, og í ár hava fleiri enn 800 íðkarar kappast í ymsum ítróttargreinum.
Loppurnar hava kappast í fimleiki fyri einstaklingar við hondamboðum, og fyri lið, og eftir at vera komin víðari frá innleiðandi umførunum leygarmorgunin, vunnu tey gull bæði í íðkan við bólti og við vimpli, eins og tey vunnu kappingina fyri lið. Umframt gull eru eisini fleiri silvur og bronsu medaljur við í skjáttuni, tá tey koma heim aftur.
Umframt heiðurin og medalju, fáa gullvinnararnir eisini møguleika at framføra til endahátíðina sunnudagin, og hetta eru bæði íðkarar og venjarar sera fegin um, tí lagt er upp til eina stóra flotta finalu.
   
  
   
placeholder

Meira langlesnaður