Fleirfaldur millióningur kom ongantíð í FK

2016-05-17 13:51 Author image
Sigmund Vang

Við ”bakara-kassan” hongur stórt skeltið, sum boðar frá hendingini.

Viðkomandi, sum vann 27.425.349 krónur 1. mai í ár, kom tó ongantíð í FK í Hoyvík við vinnaraseðlinum. Telduskipanin veit kortini at siga, at seðilin varð seldur júst har, og tískil hevur FK fingið hetta fína skeltið at hanga upp.

Viðkomandi hevur verið onkra aðrastaðni og váttað seðilin, men enn er einki frætt um, hvør ið hepni vinnarin er. Tað er sannlíkt, at hon ella hann er farin til Danmarkar at fáa váttað sær seðilin.

Í FK í Hoyvík siga tey, at áhugin fyri at keypa Lotto-seðlar har er vaksin nokk so fitt, síðani tað frættist um stóra vinningin.

placeholder

Meira langlesnaður