Lufthansa ætlar at keypa Air Berlin

Mynd: Visualhunt

Lufthansa ætlar at keypa Air Berlin

2017-09-24 13:45 Author image
Leif Láadal

Sambært týska miðlinum Bild am Sonntag, hevur stóra flogfelagið Lufthansa ætlanir um at keypa Air Berlin, sum er í fíggjarligum trupulleikum. Tíðindastovan Reuters skrivar, at prísurin fer at verða 200 milliónir evrur, sum svarar til umleið 1,5 milliardir krónur.

Air Berlin er væl minni enn Lufthansa, men kortini somikið stórt, at ein møguligur handil skal góðkennast bæði av týskum og evropeiskum kappingarmyndugleikum.

Keypssamráðingarnar eru ikki váttaðar av Lufthansa enn, men Bild am Sonntag sigur seg hava tíðindini frá einari keldu, sum ferðast "tætt uppat" samráðingunum.

Air Berlin hevur givið undirskot hvørt ár síðani 2008, og skuldin er nú risastór; 1,2 milliardir evrur.

placeholder

Meira langlesnaður