Summarfestivalurin: Lukas Graham aftur til Føroya

2017-02-03 09:33 Author image
Sigmund Vang

Tað er aftur eydnast Summarfestivalinum at fáa Lukas Graham til Føroya í august í ár. Síðani bólkurin var her seinast, er Lukas Graham blivin ein heimskendur bólkur, sum spælir konsertir um allan knøttin fyri tíggjutúsundtals fólkum, so tað má sigast at vera væl arbeitt.

Summarfestivalurin skrivar millum annað soleiðis um Lukas Graham-vitjanina hesaferð:

"Í grundini skuldi tað verið púra ógjørligt at fingið bólkin, sum nú telist millum heimsins heitastu poppstjørnur, at spæla í Føroyum júst nú, tí allur heimurin togar í teir. Men tað er lukkast – ikki minst tí, at Lukas Graham sera fegin vil aftur til Føroya at vitja. Lukas Graham gloymir ikki fantastisku móttøkuna, hann fekk í Føroyum, áðrenn allur heimurin tók hann til sín. Fólk hava eisini bitið merki í, at hann í USA hevur verið í føroyskari troyggju, sum hann fekk sum gávu í Føroyum. So hóast Lukas Graham nú spælir útseldar konsertir í USA, er tilnevndur til tríggjar Grammy heiðurslønir og vitjar tey kendastu talkshowini í USA, so hevur hann sett pláss av í kalendaranum til at vitja sínar vinir og fjepparar í Føroyum."

  

  

placeholder

Meira langlesnaður