LUM: Tað var skeivt at siga skúlaleiðara úr starvi

2016-05-24 15:15 Author image
Dimma

Tað var ikki rætt at siga skúlaleiðaranum í Hvalvíkar skúla úr starvi, áðrenn úrsitið av fólkaatkvøðuni í Sundalagnum um skúlasamanlegging var greitt.

Tað staðfestir Løgtingsins umboðsmaður, sum sostatt gevur Føroya Lærarafelag fult viðhald í sínari kæru. Hetta kunnger Føroya Lærarafelag á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum.

Fólkaatkvøðan um at leggja smærru skúlarnar niður í Sunda kommunu var í januar. Úrslitið av fólkaatkvøðuni gjørdist, at fólkið bæði í Hvalvík og Hósvík vildi varðveita teirra skúlar. Kortini segði  Mentamálaráðið skúlaleiðaranum úr starvi, longu áðrenn fólkaatkvøðuna.

Føroya Lærarafelag gjørdi í fjør heyst Mentamálaráðið vart við, at tað var ikki rætt at siga skúlastjóranum úr starvi, fyrr enn fólkaatkvøðurnar vóru avgreiddar. Men Mentamálaráðið gjørdi sambært lærarafelagnum greitt, at arbeiðið at leggja skúlarnar saman helt fram, sama hvat úrslitið av fólkaatkvøðunum gjørdist.

Hesa avgerð kærdi Lærarafelagið til Løgtingsins umboðsmann, sum nú sigur, at hon metir avgerðina verða skeiva.

”Hvalvíkar skúli var áðrenn atkvøðugreiðsluna 26. januar 2016 ein sjálvstøðugur skúli í einum skúlaumdømi í Sunda kommunu við egnari leiðslu og skúlastýri. Úrslitið av atkvøðugreiðsluni var, at meiriluti var fyri, at skúlin skal varðveitast. Tað fyriliggur ikki nakað tulkingargrundarlag, sum styðjar undir, at skúlin, sum skal varðveitast, skal vera annar enn tann sami sum frammanundan atkvøðugreiðsluni, t.e. ein sjálvstøðugur skúli við egnari leiðslu og skúlastýri,” sigur Løgtingsins umboðsmaður í svarinum.

Mentamálaráðið verður biðið um at taka málið til nýggja viðgerð og samstundis arbeiða fyri, at reglurnar í fólkaskúlalógini um niðurlegging av skúlum skulu gerast greiðari.


Poul Nolsøe, løgfrøðingur Føroya Lærarafelags, og
Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags

   

  

placeholder

Meira langlesnaður