Luna skal ala í Víkum

Mynd: Savnsmynd

Luna skal ala í Víkum

2017-08-28 10:20 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

P/f Luna, eisini kent sum fyritøkan Hiddenfjord, hevur nú fingið loyvi frá Heilsufrøðiligu Starvsstovu at ala í Víkum í Vágum. Tað skrivar kvf.fo. P/f Luna søkti um loyvi at ala í Víkum fyri umleið tveimum árum síðani, og hósdagin fingu tye boð frá Heilsufrøðiligu Starvsstovu, at umsóknin var gingin á møti.

P/f Luna alir eisini í Sørvágsfirði og Vestmannasundi. Loyvi teirra í Vestmannasundi bleiv í juni í ár longt 12 ár. Loyvið í Sørvágsfirði gongur út um eitt hálvt ár, og hetta hevur P/f Luna eisini søkt um at fingið longt.

placeholder

Meira langlesnaður