Lundin trívist

Mynd: Visualhunt.com

Lundin trívist

2017-08-26 11:30 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Í fleiri ár hevur lundastovnurin verið minkandi og versnandi í Føroyum. Men í ár sær betri út. Alsamt fleiri lundapisur hava verið at sæð, og nebbasildin sær stór og feit út. Hetta fortelur Kringvarpið.

Í samrøðu við Rólant Waag Dam í KVF, greiðir lívfrøðingurin, Jóhannis Danielsen, frá at árini 2015 og 2016 sóu fín út, men í ár hava tey sæð enn meiri sildbera. Hetta merkir, at lundin er betri fyri tá føðin er betri, og hetta ger at størri partur av lundanum velur at reiðrast. So er at vóna at pisurnar allar koma undan.

Jóhannis undirstrikar tó, at hóast hetta eru góð tekin, so fer tað enn at taka nøkur ár, áðrenn lundastovnurin kann vera mettur sum veksandi, og ikki fyrr enn í møguliga 2025 kann tað vera forsvarligt at veiða lunda aftur. Hann undirstrikar tó, at hetta er ilt at spáa um enn.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður