Frá Luther til Facebook

2017-02-07 09:12 Author image
Sigmund Vang

"Frá Luther til Facebook" er heitið á almennum fyrilestri, sum verður mikukvøldið 8. februar kl. 19.30 í Hoyvíkar kirkju í sambandi við Reformatiónsárið 2017.

Sosialu miðlarnir á døgum Luthers høvdu avgerandi týdning fyri reformatiónina. Men merkir tað, at vit ókritiskt skulu kasta okkum í føvningin á Facebook og hinum sosialu miðlunum, so at Mark Zuckerberg kann gerast ríkari, meðan lív okkara kanska gerst fátækari? - Í øllum førum rinda vit fyri Facebook við okkara tíð.

Í fyrilestrinum fer cand. theol. & IT Jóannis Fonsdal, sóknarprestur, at lýsa bakgrundina og tilgongdina í luthersku reformatiónini. Hetta verður gjørt við serligum atliti at leiklutinum hjá sosialu miðlunum á døgum Luthers. Eisini verður mett um nýtsluna, týdningin og virðið av sosialu miðlunum nú. Hetta kvøldið verður eisini høvi at brúka fartelefonina í sambandi við fyrilesturin.

 

   

  

placeholder

Meira langlesnaður