Glasir liðugur á sumri næsta ár

2017-02-02 14:25 Author image
Sigmund Vang

Nú størstu forðingarnar og óhappini vónandi eru farin afturum, fyriliggur ein endalig tíðarætlan fyri byggingina av Skúladeplinum við Marknagil. Sambært tíðarætlanini verður skúlin handaður ánaranum móti sumri 2018.

Tað upplýsir Landsverk í dag.

- Tað er eingin loyna, at tað hava verið nógvar avbjóðingar í sambandi við byggingina av nýggja miðnámsskúlanum í Havn. Sum byggiharri hevur Landsverk leypandi kunnað politisku skipanina og somuleiðis almenningin um, at álvarsamar forðingar hava stungið seg upp heilt frá byrjanini, verður sagt í skrivi á heimasíðuni hjá felagnum.

Sambært nýggju tíðarætlanini verður Skúladepilin við Marknagil handaður Mentamálaráðnum móti sumri næsta ár. Hetta er niðurstøðan, nú allar fylgjurnar av teimum nógvu óvæntaðu trupulleikunum, ið hava stungið seg upp, eru gjørdar upp. Arbeiðið er nú komið á rætta kós aftur, og tí ber til at siga, at bygningurin verður handaður móti sumri 2018.

- Hetta hevur verið ein torfør, men neyðug avgerð. Landsverk heldur fast um at raðfesta góðskuna á bygninginum fram um alt annað og arbeiðir hvønn dag fyri at kunna avhenda ein væl úr hondum greiddan bygning. Tað er júst hetta, nýggja tíðarætlanin skal tryggja, at vit fáa ein bygning, ið vit øll eru nøgd við og kunnu fegnast um, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki.


Lesið meira HER

  

 

 

placeholder

Meira langlesnaður