Enn ein maður dottin oman í Gøtu

2016-07-17 13:37 Author image
Dimma

Í morgun, um 11-tíðina, datt ein maður oman omanfyri Gøtugjógv við Eggjarvøtn. Har er rættiliga høgt, og maðurin datt einar 150 metrar. Talan var um tveir danir, sum vóru farnir ein túr í fjøllini. Maðurin, sum var dottin, hevði nógva pínu og fekk ikki rørt seg. Tíverri vóru battaríini í fartelefonunum hjá báðum tóm, so tað var einki at gera hjá hinum, enn at renna oman í bygdina eftir hjálp.

Boð vórðu send eftir tyrlu og sjúkrabili. Tyrlan lendi á vegnum og tók hjálpara við frá sjúkrabilinum, og fleyg so niðan eftir manninum. Tað gekk bara umleið ein tími frá tí at løgreglan fekk fráboðanina, inntil maðurin var komin á Landssjúkrahúsið.

Á Politistøðini verður sagt, at maðurin hevur tað gott eftir umstøðunum.

Í gjár datt ein annar maður oman, omanfyri Norðragøtu. Tann maðurin doyði á staðnum.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður