Magni Arge aftur í løgtingið

2016-08-01 12:42 Author image
Sigmund Vang

Fólkatingslimurin Magni Arge, sum hevur sitið á danatingi sum varamaður fyri Høgna Hoydal, boðar í dag frá, at hann í heyst letur fólkatingssessin frá sær og tekur sæti í løgtinginum.

Magni Arge orðar avgerð sína soleiðis:

”Havi nú røkt fólkatingssessin sum varamaður hjá Høgna Hoydal í eitt ár. Tað er ein spennandi uppgáva og eitt gott arbeiðspláss, sum mær dámar væl. Men eg var eisini valdur á løgting í september, og nú ætli mær at taka eitt tørn fyri flokkin á løgtingi í heyst. Enn eru ikki allir lutir í samskipanini komnir upp á pláss, so eg fái ikki sagt við vissu, nær eg fari úr fólkatinginum og taki sæti á løgtingi, men vænti, tað verður í oktober og nakrar vikur fram.

Mær tykir tað umráðandi, at føroysku umboðini í fólkatinginum eru væl tengd at politisku skipanini í Føroyum, tí tað er føroyskan politikk, vit skulu bera fram og fremja í fólkatinginum. Men við tíðini gerst fjarstøðan størri og størri millum fólkatingsumboðanina og eitt nú løgting og landsstýri, tá onki formligt samband er millum skipaninar. Ta fjarstøðuna kann eg minka um, tá eg taki eitt tørn í løgtinginum í heyst.”

  

placeholder

Meira langlesnaður