Friður í Sýria og miðeystri ikki í eygsjón

2016-07-12 10:42 Author image
Alda Nielsdóttir

Grein úr blaðnum 24. juni 2016. 

Kríggið í Sýria hevur verið á breddanum hjá altjóða miðlum í nøkur ár eftirhondini. Tá arabiska várið fór sum ein stormur um Miðeystur, og ung fólk gjørdu uppreistur ímóti einaræðisharrum í fleiri londum, spreiddi rørslan seg at enda til Sýria, har ið Bashar Al-Assad var forseti. Assad bardist ímóti uppreistrarfólkunum, og úrslitið var, at borgarakríggj brast á í Sýria. Spenta og ótrygga støðan gjørdi, at ISIS, ein islamistiskur yvirgangsfelagsskapur, gjørdi sær dælt av støðuni og vann stóran part av Sýria, meðan felagsskapurin longu áðrenn hevði vunnið ávísir partar av Irak.

Evropa og USA hava stuðlað ymisku uppreistrarbólkunum, sum bæði eru ímóti ISIS og Assad, men tað at Russland stuðlar Assad ger, at ivasamt er, um friður verður í Sýria, sjálvt um ISIS er viknað nógv, síðani felagsskapurin var sterkast. Kríggið í Sýria hevur eisini elvt til, at hópatal av flóttafólkum eru flýdd til Evropa, og sum úrslit av hesum hava islamofobiskar rørslur vunnið fram í Evropa. 

Hvat er ISIS?

ISIS stendur fyri Islamiski Staturin í Irak og Sýria. Felagskapurin verður av vesturheiminum eisini nevndur IS ella ISIL, ímeðan hann á arabiskum verður nevndur Daesh. Vit hava sæð fleiri víðgongdar islamistiskar rørslur gera um seg fyrr, men tað tykist sum, at hendan er serliga víðgongd. Í øllum førum tykist tað sum ISIS hevur rótfest seg betur enn aðrir felagsskapir, sum hava roynt tað sama, og er felagsskapurin í veruleikanum sterkari og størri enn Al-Qaeda nakrantíð var.

- Felagsskapurin sprettir fyrst fram eftir kríggið í Irak, sum ein mótrørsla ímóti amerikansku hersetingini í Irak. Tað vóru fyrrverandi sunni-muslimskir hermenn, sum føldu, at nýggja stjórnin í Irak, sum var samansett av shia-muslimum, ikki umboðaði virði teirra, greiðir Magnús Bernharðsson frá.

Víðari leggur Magnús Bernharðsson dent á, at hetta eru vandir hermenn, og at felagsskapurin eisini tí hevur havt tann viðvind, sum hann hevur. Í mun til aðrar felagsskapir, sum hava roynt at bygt tílík ríki upp, so eru hetta ikki amatørar hernaðarliga, og bæði í vápnanýtslu og krígsstrategi er ISIS tí sterkt.

Hugsjónin handan felagsskapin er at skapa eitt sharia-ríki, og yvirgangurin, sum verður framdur, verður rættvísgjørdur við, at dómadagurin er nær. Tí er tað neyðugt at fáa enda á syndaflóðini, sum fer fram í heiminum, sambært teimum.

- Hetta eru sunni-arabar úr Irak, sum hava lagt saman við sunni-arabum úr Sýria, við tí endamáli at gera eitt løgregluríki. Eitt sum teir gera er tí beinleiðis at drepa minnilutahópar, fyri at uppnáa hesum fyrimyndarríkinum.

 

ISIS sterkt á sosialu miðlunum

Tað hevur skapt ótta í Evropa, at ungir muslimar, sum eru føddir og uppvaksnir í Evropa, eru farnir til Sýria at berjast fyri ISIS. Integratiónin av øllum tilflytarunum, sum eru komnir til Evropa, hevur eftir øllum at døma tí ikki riggað. Longu 2. apríl visti tíðarritið The Economist at siga, at ISIS hevði mist 20% av hersetta økinum í Sýria og 40% av økinum í Iran, síðani ISIS var best fyri. Síðani tá er ISIS bara minkað sum ríki, men hóast tað vísir tað seg, at tað heilaga kríggið heldur fram í Evropa og aðrastaðni, har ungir jihadistar fremja yvirgang, ofta til heiðurs fyri ISIS. Tað tykist tá, sum ISIS hugsjónarliga er sterkari, enn eitt nú Al-Qaeda var, tí hóast tað gongur illa í veruliga krígnum í Sýria, so er felagsskapurin sterkur um allan heim. Magnús Bernharðsson heldur tó ikki, at støðan er so einføld, og hann greiður frá, at reint hugsjónarliga er felagsskapurin ikki so sterkur.

- Hugsjónarliga var Al-Qaeda sterkari, sigur Magnús og greiður frá, at Al-Qaeda hevði eitt mál um at savna allar muslimar í heiminum. Harafturat hevði Al-Qaeda ymiskar hugsjónarmenn, sum skrivaðu stevnu og mál niður.

- Leiðararnir í ISIS eru ikki nakrir serligir hugsjónarmenn beinleiðis. Teir hava eina rættiliga svart/hvíta mynd av heiminum, men tað teir hava fram um Al-Qaeda er, at hetta eru betur royndir hermenn, greiðir Magnús Bernharðsson frá.

Eitt annað, sum ISIS hevur dugað væl, er at brúka sosialu miðlarnar. Magnús Bernharðsson greiður frá, at Al-Qaeda ongantíð dugdi serliga væl við sosialu miðlunum, og tekur samanum, at hóast hugsjónarliga veikari hevur ISIS megnað at komið longri út í heim við boðskapi teirra.

- Eg vildi sagt, at ISIS er sterkari á ein reint praktiskan hátt, har Al-Qaeda var sterkari hugsjónarliga, sigur Magnús Bernharðsson frá.

Eitt annað, ið styrkin hjá ISIS á sosialu miðlunum hevur havt við sær, er, at tað er lætt at koma í samband við ungir fyrsta- ella annað-ættarliðstilflytarar, sum ikki trívast í Evropa. Men hvussu ber tað til, at ungir evropearar, sum, hóast teir hava uppruna úr muslimskum londum, einans hava búð í Evropa, fara til Sýria at berjast?

Magnús Bernharðsson greiður frá, at ofta eru tað smákriminellir ungir muslimar, ið ikki eru partar av lokalsamfelagnum í Evropa. Hann kallar tað “uppreistrarmenn uttan eina sak,” (rebels without a cause) og so megnar ISIS at geva teimum eina sak at berjast fyri, tí at ISIS hevur megnað at nýtt sosialu miðlanir so effektivt.

 

Hvat skulu flóttanir fara heim til?

Tað eru komnir nógvir flóttar til Evropa sum fylgja av, at kríggj og ófriður hevur valdað í Sýria og í londunum rundanum. Flóttafólkastreymurin hevur havt við sær, at landamørk í Evropa eru afturlatin, og dreymurin um eitt opið Evropa, har ið til ber at ferðast uttan pass, er harvið steðgaður fyribils. Men spurningurin er, um sýrisku flóttafólkini hava nakað at fara heim til, tá kríggið í Sýria er av. Tá eg spyrji Magnús Bernharðsson, um hann sær ljóst uppá framtíðina í Sýria, suffar hann tungt, áðrenn hann greiður frá:

- Nú hevur kríggið verið í fimm ár, og nógv av lærdastu og besta fólkinum í Sýria eru flýdd úr landinum, sigur Magnús Bernharðsson og leggur afturat, at infrakervið í landinum er í knúsi. Afturat tí kemur, at ongin veit, hvør fer at sita við valdið, tá kríggið er av. Um so er, at Assad megnar at basa ymisku uppreistrarfólkunum, er spurningurin, hvørt flóttafólkini yvirhøvur tora at venda heim aftur av ótta fyri, at Assad fer at revsa tey, ið rýmdu.

Tá hugsað verður um, at borgarakríggið brast á, áðrenn ISIS var í Sýria, og at kríggið frá byrjan snúði seg um, at ung uppreistrarfólk ikki vildu finna seg í harðrenda stýrinum hjá Assad, má eisini takast við, at tað er ein stórur smeitur fyri at fáa eina frælsari skipan í Sýria, um Assad vinnur kríggið. Men Bashar al-Assad sær hinvegin út til at vera einasta boðið uppá støðugleika í Sýria, eins og tað tykist verða fremsta málið hjá Russlandi at uppnáa.

- Uppreistrarmenninir eru ikki bert ein bólkur, men fleiri ymiskir, sum ikki hava álit á hvør øðrum. Tað er tískil torført at ímynda sær, at hesir ymisku felagsskapirnir skuldi komið við einum reellum alternativi til hann (t.e. Assad), greiður Magnús Bernharðsson frá, og tað er týðiligt, at hann er ræddur fyri støðuni í Sýria, eisini eftir at ISIS hevur tapt.

 

  

Tíðin komin til at endurskoða landamørkini

Landamørkini í Miðeystri eru lutfalsliga nýggj søga. Landamørkini hava røtur í Sykes-Picot yvirlýsingini, ið varð gjørd í 1916 av umboðum fyri bretsku og fronsku stjórnirnar, sum ein avtala um, hvat skuldi henda við ottomanska ríkinum eftir fyrra heimsbardaga. Hóast landamørkini sjálv eru broytt nakað síðani 1916, ber til at siga, at Sykes-Picot avtalan er vorðið eitt merki fyri kolonialismuni, sum valdaði nærum alla síðstu øld í Miðeystri. Tað er týðiligt, tá granskað verður í hesum landamørkum, at tey eru bygd á økonomiskar fyrimunir hjá táverandi stórveldunum í Evropa, og avtalan hevur ofta verið kritisera fyri ikki at hava tikið atlit til religiøs, mentanarlig og søgulig landamørk.

- Tað eru hundrað ár síðani, at Sykes–Picot yvirlýsingin varð gjørd, og hon bygdi sjálvsagt á ymisk fíggjarlig atlit, sum vóru tá. Tað vóru fíggjarligu atlitini hjá bretum og fraklendingum fyrst og fremst, og spurningurin er, hví vit halda fast í landamørkum, sum vóru gjørd eftir fíggjarligu fyrimununum hjá hesum táverandi stórveldum, spyr Magnús Bernharðsson retoriskt, og leggur afturat, at evropeiska atlasið er broytt nógv seinastu hundrað árini. Veruleikin er bara, at hesar broytingar fóru fram í Evropa ígjøgnum nógv kríggj og ófrið, harav tvey heimskríggj og borgarakríggj í eitt nú Jugoslavia.

- Eru vit vitni til eitt kríggj, sum minnir um borgarakríggið í Jugoslavia niðast ímóti Miðjarðarhavinum? Er hetta eins og Jugoslavia í 90’unum, og fara nýggj lond eins og Kosovo og Makedonia at taka seg upp, spyr Magnús Bernharðsson, áðrenn hann greiður víðari frá, at munurin er, at tað vóru ikki líka nógv fíggjarlig atlit hjá stórveldunum í heiminum at taka í mun til eitt nú Jugoslavia, sum tað er nógva staðni í Miðeystri. Eitt nú vil Magnús Bernharðsson vera við, at tað var líkamikið fyri stórveldini í Evropa, um Kosovo fekk sjálvstýri ella ikki, ímeðan fleiri lond í vesturheiminum hava beinleiðis áhugamál í til dømis oljuvinnuni í Miðeystri.

- Fyri fyrstu ferð í langa tíð eru fólk farin at viðgera Sykes-Picot avtaluna kritiskt, ger Magnús Bernharðsson at enda greitt, áðrenn hann sigur frá, at hann sjálvur avgjørt heldur, at tíðin er komin til at tekna heimskortið av nýggjum, og at tað má vera gjørt við fíggjarligu atlitunum hjá fólkunum í Miðeystri í huga.

 

Tekur tíð at skapa støðugleika

Tað fer sjálvsagt at taka tíð at skapa frið og støðugleika í Miðeystri, og ilt er at meta um, hvat ber til at gera við støðuna í Miðeystri frá vesturlendskari síðu. Tað stendur flestum klárt, at avgerðin um at fara í kríggj við Irak og Saddam Hussein var ein av orsøkunum til ófriðin, sum valdar nú, og at ISIS reis burtur úr støðuni, sum var eftir kríggið í Irak. Í sambandi við arabiska várið sæst eisini, at hóast ymiskur og misjavnur stuðul hevur verið veittur úr USA og Evropa, so hevur úrslitið í allar flestu førum verið ringt, og tískil stendur vesturheimurin í eini ógvuliga torførari støðu. Á einari síðu hevur ófriðurin í Miðeystri á nógvar mátar beinleiðis ávirkan á vesturheimin. Til dømis hevur kríggið í Sýria ført til hópin av flóttafólkum í Evropa. Á hinari síðuni hava allar royndir um at hjálpa givið negativ úrslit.

- Tað var farið inn í Irak, og Irak varð hersett, og avleiðingarnar vóru negativar. Tað var farið inn í Libya, men Libya varð ikki hersett, og avleiðingarnar vóru negativar. Tað varð ikki farið inn í Sýria á nakran hátt, og avleiðingarnar vóru negativar, greiður Magnús Bernharðsson frá. At enda ger Magnús greitt, at hann hevði ynskt, at USA, Russland, Ísrael og fulltrúar fyri Miðeysturlond kundu funnið eina diplomatiska loysn á trupulleikan, soleiðis at ein varandi loysn kann finnast. Men hetta hevur við sær, at stórveldini viðganga síni búskaparligu áhugamál í Miðeystri, og at tey eru klár til at geva vekk av sínum áhugamálum. 

 

    

Samband við Islam, men ikki Islam

Úrslitið av yvirganginum, ið hevur verið í Evropa og vesturheiminum annars, er millum annað, at islamofobi veksur nógvastaðni. Fremmandaóttin og trongdin at finna ein syndara er nógva staðni úrslitað í, at Islam og moderatir muslimar fáa skyldina fyri brotsgerðir, sum tey á ongan máta hava framt. Men ímeðan onkur hevur hug at geva Islam sum religión skyldina, siga onnur, at onki samband er ímillum Islam og tað, ið verður gjørt. Sambært teimum er tað ein spurningur um at misbrúka religiónina til sítt endamál.

Tað kemst tó ikki undan tí sannroynd, at ISIS byggir sína hugsjón á Koranina, og brotsgerðirnar verða av jihadistunum rættvísgjørdar við dómadagsprofetium í heilagu skriftunum. Eg spyrji tí beinleiðis Magnús Bernharðsson um sambandið ímillum Islam og ISIS, og um har yvirhøvur er nakað samband.

- Sjálvandi er okkurt samband. Teir (t.e. ISIS) brúka trúnna, sum nógv teir flestu muslimar í heiminum brúka til at liva í friði, til at rættvísgera yvirgang, og tað ber sjálvsagt til, greiður Magnús Bernharðsson frá. Hann sigur víðari, at tað eru vers í koranini, ið rættvísgera yvirgang, men at flestu muslimar í heiminum halda ikki, at hesi vers snúgva seg um nútíðina, og at tey tí ikki skulu fylgjast.

- So jú, sjálvsagt ber til at seta tað, sum verður gjørt, í samband við trúnna. Men er hetta tað, sum eyðkennir trúnna? Er hetta tað, sum hevur sermerkt trúnna seinastu 1400 árini? Er hetta tað, ið eyðkennir 1,6 millardir muslimar í heiminum, spyr Magnús retoriskt, áðrenn hann sjálvur svarar:

- Tíbetur ikki. So hevði standurin verið nógv verri enn hann er, sigur Magnús Bernharðsson. Hann endar við at gera greitt, at svarið til spurningin um, hvørt ISIS hevur samband við Islam, er bæði ja og nei. Hóast summir muslimar brúka trúnna til at rættvísgera brotsgerðir sínar, so eru hesir brotsmenn ein sera lítil partur av muslimum í heiminum, og flestu muslimar liva friðarliga. 

  

  

placeholder

Meira langlesnaður