Lívsgleði: Misti endarnar á trimum fingrum, men herjar á

2016-06-02 23:27 Author image
Sigmund Vang

Í blaðnum Dimmalætting, sum kemur í handlarnar fríggjadagin 3. juni kanst tú møta arbeiðssama arbeiðsmannin, Magnus Juel Petersen, sum vendi gittarinum 180 stig, tá hann misti endarnar á trimum fingrum á vinstru hond í rundsagini.


Brot úr greinini:


”Tó at Magnus ikki er landskendur, um mann so kann siga, so bleiv ein av beiggjunum hjá honum tað fyri nøkrum árum síðani. Tá Jack alment fortaldi um eina skakandi hending í Keypmannahavn, har hann og ein annar blivu álopnir við knívi, bleiv beiggin eitt slag av miði, um onkur skal greiða frá, hvør Magnus er.

- Hann er beiggi Jack, kunnu tey finna upp á at siga, og so vita øll, fortelur Magnus.

Ein annar beiggi er Theodor Petersen, sum mangan hevur verið at hoyrt við sínum sangi í útvarpi ella alment til konsertir og møtir.”


”Tað var 16. apríl í 2005 klokkan 11.35 á Magnusarmessu, fyri at tað ikki skal vera lygn.

- Eg stóð og bygdi dreymaborgir upp á at fara á havið at fiska, men so hendi tað.

Ein smádrongur gekk tætt framvið, meðan eg stóð við sagina uppi hjá Balslev, har eg arbeiddi, og so kom hondin í. Ytstu liðirnir á trimum fingrum ruku. Ein stubbi varð slongdur inn í lumman í jakkanum, og hann fann eg dagin eftir og legði í frystiboksina. Veit ikki hví. Vildi kanska ikki ordiliga av við hann. Konan visti ikki av, at hann lá í boksini, og hon fekk eitt sjokk, tá hon fann hann, fortelur Magnus.”


"Men hví dámar honum so væl at fortelja eina krøniku ella eina stuttliga søgu um onkran gamlan knark?
- Ein stuttlig søga er ein hurð, sum kann lata upp tað góða lagið. Láturin og gleðin gera, at vit koma tættari hvør øðrum. Látur snýr seg um kenslur, og lata vit upp fyri teimum, so er ikki so torført eisini at tosa um tey meiri álvarsligu evnini. Eg plagi at siga, at um vit duga at flenna saman, so duga vit eisini at gráta saman, sigur Magnus."


Lesið meira í Dimmalætting, sum verður í sølubúðunum fríggjadagin 3. juni.

 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður