Makrelfiskiskapur: Spennandi hvussu tað verður í Grønlandi

2016-06-29 13:25 Author image
Sigmund Vang

- Seinnu árini hevur stovnurin í norður Atlantshavi førkað seg longri og longri norður eftir og eisini í ein vestan, og tí kunnu royndirnar í Grønlandi geva eina hóming av, hvussu tað mann fara at ganga her um okkara leiðir í ár, sigur Jógvan Jespersen við Dimma.fo.


85.000 tons

At veiða makrel í stórum nøgdum í grønlendskum sjógvi, er ikki gamalt, men broytingar í veðurlagnum hava havt við sær, at makrelurin nú søkir heilt har norður. Talan er framvegis um royndarveiðu, tó at kvoturnar nærum eru eins høgar og tær hjá føroyingum. Í 2014 ásetti Grønland sær eina veiðu upp á 100.000 tons. Tað eydnaðist tá at veiða 70.000 tons. Í fjør var kvotan 85.000 tons, men tá komu bara 30.000 tons í land. Í ár er kvotan aftur 85.000 tons.

Grønland er strandaland, men ikki partur av strandalandaavtaluni.


Avtalu í 2014

Føroyar, Noregi og ES hava gjørt avtalu um makrelin aftur í ár. ES fær størsta partin, 441.000 tons, meðan Noregi fær 201.000 tons og Føroyar 113.000 tons.

Avtalan inniber aftur hesaferð, at Føroyar kunnu bíða við at royna eftir markrelinum, til hann hevur vaksið seg feitan og síðani aftur verður soltnari. Trupulleikin var fyrr, at hann tá var byrjaður at fara úr føroyskum sjógvi, fyrst í norskan og síðani í ES-sjógv. Nú hava føroyingar møguleika at fiska 30 prosent av samlaðu kvotu síni í norskum- og 30 prosent í ES-sjógvi.

Jógvan Jespersen sigur tó, at prísurin fyri makrelin ikki er so nógv hægri, um bíðað verður til út á summarið, áðrenn tað verður farið at fiska, men makrelurin er nógv betri at fáast við frá august og úteftir, tí hann er fastari í tí.

 

placeholder

Meira langlesnaður