Eitt sindur av makrelpynti kann geva úrslit

2017-03-04 11:26 Author image
Dimma

Umsóknin frá Vestmanna Seafood sá rættiliga snøgg og fevnandi út, tá hon lendi á borðinum hjá Jákupi Mørkøre, fulltrúa í Fiskimálaráðnum, 9. januar í ár.

Virkið vildi sleppa at halda fram við sínum royndum við makreli og nevndi seks skip, sum kundu fiska av eini royndarkvotu, sum søkt varð um. Í veruleikanum var bara talan um at knýta eitt av hesum skipum at royndini. Uppsjóvarskipið Fram. Hini fimm skipini vóru meira brúkt sum pynt.

Og tað riggaði – enntá so væl, at kvota var tikin frá øðrum skipum, so kabalin kundi ganga upp.

Onnur ár hava fleiri skip selt til virkið, men hesaferð er tað bara tað eina, og tað er enntá staðfest í eini samstarvsavtalu, sum bindur skip og virki saman.

Lesið meira í blaðnum, sum er í sølubúðunum

  

  

placeholder

Meira langlesnaður