Makrelur og sild fara bara um opna uppboðssølu

2016-06-01 10:28 Author image
Dimma

Tá ið royndaruppboðssølan av fiskirættindum fer í gongd um góðar tvær vikur verður farið at selja 20.000 tons av svartkjafti, 9.000 tons av makreli, 4.000 tons av norðhavssild og 3.000 tons av botnfiski í Barentshavinum.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskvinnumálum, lyfti í gjár lokið av tveimum ymsum sløgum av uppboðssølum, sum verða royndar í næstum: Ein opin og ein afturlatin uppboðssøla. Ikki alt fer kortini at vera býtt millum tær ymisku sølurnar.

Allur makrelurin og øll norðhavssildin fara um opna uppboðssøluna. Opna uppboðssølan merkir, at øll sum bjóða síggja allar upphæddir, sum hini bjóða. Bjóðað verður, til eingin bjóðar yvir, og sostatt fara makrelur og sild fyri hægsta prísin. Selt verður í hóskandi mongdum, eitt nú 500 tons hvør.

Hini fiskasløgini fara bæði um opna og afturlatna uppboðssølu.

Svartkjafturin verður seldur í fýra serium á 5.000 tons. 10.000 tons fara um opna uppboðssølu og 10.000 tons fara um afturlatna uppboðssølu.

Kvotan av botnfiski í Barentshavinum verður eisini býtt sundur. Ásetta kvotan á 600 tons í norskum sjógvi verður seld í afturlatnari uppboðssølu í einari seriu. 1.200 tons av kvotuni í russiskum sjógvi verða seld í opnari uppboðssølu í einari seriu, og 1.200 tons verða seld í afturlatnari uppboðssølu í tveimum serium.

Botnfiskurin er serliga toskur, men eisini nakað av hýsu, upsa og øðrum.

Afturlatna uppboðssølan merkir, at tey ið bjóða síggja ikki tær upphæddir og nøgdir, sum hini bjóða. Boðið verður latið inn í afturlatnum brævbjálva. Í afturlatnu uppboðssøluni rinda øll sama prís fyri kilo, sum er tað lægsta, ið er bjóðað. Landsstýrismaðurin hevur tó heimild at áseta ein minsta prís.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður