Malan Johansen nýggjur landsbankastjóri

Malan Johansen nýggjur landsbankastjóri

2017-06-08 09:32 Author image
Innsent

Malan Johansen er 50 ár. Hon er útbúgvin Cand merc, MSc í Management og hevur harumframt diplom í journalistikki.

Tá freistin at søkja starvið sum stjóri í Landsbanka Føroya var úti tann 1. mai kl. 12.00, vóru 5 umsóknir. Ein setanarnevnd hevur viðgjørt umsóknirnar og havt samrøður við umsøkjarar. Samanumtikið metti setanarnevndin at Malan Johansen hevði bestu formligu leiðsluførleikarnar og leiðsluevnini, ið skulu til at røkja starvið sum stjóri í landsbankanum.

Malan Johansen hevur bæði drúgvar og breiðar royndir innan fíggjarøkið og leiðsluroyndir frá privatum virki og almennari fyrisiting. Hon hevur verið við í tilgongdini við landsbankanum frá byrjan umframt at hava royndir frá øðrum pørtum av fíggjarfyrisiting landsins. Seinasta hálva árið hevur Malan Johansen verið virkandi stjóri í nýstovnaða Landsbanka Føroya.

Tilsamans eru 5 starvsfólk í Landsbanka Føroya.

Meira langlesnaður