Málið um føroyskan limaskap blev ikki burturvíst

Málið um føroyskan limaskap blev ikki burturvíst

2017-11-02 14:41 Author image
Leif Láadal

Føroyska ynskið um fullan limaskap í Norðurlandaráðnum hevur tikið eina brádliga vend, upplýsir Løgmansskrivstovan. Undan fundinum fyrrapartin hósdagin høvdu flest øll væntað, at formanskapurin í Norðurlandaráðnum fór at vísa málinum burtur. Men so bleiv ikki. Ein stórur meiriluti samtykti – eftir ynski frá Akseli V. Johannesen, løgmanni – at útseta málið til komandi Norðurlandaráðsfund.

- Eg eri fegin um, at ein so stórur meiriluti tók undir við at útseta málið. Tað er einki dulsmál, at eg undan fundinum var sannførdur um, at føroyska ynskið um fullan limaskap fór at vera víst burtur. Eg havi góðar vónir um, at tað fer at bera til at finna eina góð loysn komandi árið, sigur Aksel V. Johannesen.

Komandi árið er ætlanin, at føroyskir og danskir myndugleikar samskifta nærri um føroyska ynskið um fullan limaskap í Norðurlandaráðnum. 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður