Húsaprísir: Einlig mamma trýst út á bygd

2016-05-13 09:23 Author image
Sigmund Vang

- Tað er óluksáligt, at tað er blivið soleiðis.

Tað er tað fyrsta, sum Maria (dult navn, sum journalistur og redaktørur kenna) hevur at siga, tá hon verður spurd, hví hon nú av álvara er farin undir at fyrireika seg at flyta úr føðikommununi, Tórshavnar kommunu.

Maria hevur fast starv og harafturat eitt eyka arbeiði nøkur kvøld um vikuna. Hon leigar sum er eina íbúð í Havn, har hon og barn hennara upp á 12 ár búgva, men hon vil gjarna hava sítt egna, so allar tær túsund leigukrónurnar ikki bara fara upp í royk. Seinastu fýra árini hevur hon javnan tosað við bankan um møguleikarnar at keypa sær eitthvørt býli í miðstaðarøkinum, men tær lánsupphæddir, hon kann fáa, røkka ikki langt.

- Tú kann fáa 800.000 krónur, var tað síðsta eg fekk at vita, greiðir Maria frá.

Flýggja úr Havnini

Maria er ikki tann einasta, sum ikki hevur ráð at búgva í egnum húsum ella íbúð í Tórshavnar kommunu, men sum hevur ráð at fáa sær fót undir egið borð á bygd. Samstundis, sum fólk flyta til Tórshavnar kommunu í stórum tali – í fjør búsettist annað hvørt fólk, sum flutti til landið, í kommununi – so eru onnur, ið flyta úr kommununi. Einstøk gera tað, tí tey veruliga vilja flyta, men hjá flestu teirra er tað ikki eitt beinleiðis frítt val, um málið væl at merkja er at sleppa at eiga sítt egna.

- Eg vildi allarhelst blivið búgvandi her, so eg slapp frá at flyta barnið í annan skúla og kanska enntá í longdini at finna mær eitt annað arbeiði, men eg eri komin til ta niðurstøðu, at eg vil royna at finna okkum okkara egna bústað, og undir verandi umstøðum ber tað als ikki til í Havn – so langt frá, fortelur Maria

Lesið eisini: Húsaprísirnir nærkast metinum

Hús fyri eina millión

Í teirri bygdini Maria umhugsar at flyta, hevur hon fingið at vitað, at hon kann fáa eitt byggibúgvið grundøki fyri 60.000 krónur. Hon hevur síðani kannað, hvat eini lítil hús í einari hædd kosta, um tað skal vera so bíligt sum gjørligt, og har eru tríggir møguleikar, sum hon nú fer at tykkja uppá.

Eini lítil innilokað hús kunnu fáast fyri umleið 600.000 krónur. Eru húsini eitt sindur størri, kosta tey 875.000 krónur. Um tey lítlu húsini eru ”lyklaklár”, kosta tey umleið 1,1 millión krónur.

- Tað verður onkur av hesum møguleikunum, men við teimum boðum eg fekk úr bankanum seinast, ber sum er ikki til at fáa eini lyklaklár hús. Hinvegin, so ber vónandi til at fáa vinfólk og familju at hjálpa, so eini innflytingarklár hús sum frá líður kunnu gerast veruleiki, sigur Maria.

Tað ber eisini til at keypa eini lutfalsliga bílig hús í teirri bygdini, sum Maria umhugsar at flyta, men hendan møguleikan vil hon helst sleppa undan, tí tað krevur ov nógv viðlíkahald. Men tað kann eisini gerast ein møguleiki.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður