Mammudagur í meir enn 100 ár

2016-05-06 00:00 Author image
Dimma

Tað var í einum sunnudagsskúla í Grafton í statinum West Virginia, at Ann Reeves Jarvis í 1876 endaði eina bøn við orðunum: “Eg vóni og biði um, at onkur einaferð fer at stovna ein mammudag til at heiðra hana fyri ta makaleysu tænastu, hon gevur mannaættini í øllum lívsins viðurskiftum. Hon hevur tað uppiborið.”

Eitt av børnunum í sunnudagsskúlanum var 12 ára gamla dóttur hennara Anna Jarvis, sum hoyrdi bønina og legði sær hana í geyma. Seinni fór Anna Jarvis í skúla, fekk eina útbúgving og stóð seg væl í vaksna lívinum, har hon eitt nú arbeiddi í einum banka, bleiv nevndarlimur í einum lívstryggingarfelag og partaeigari í eini hýrivognsfyritøku.

Hetta var ikki so vanligt fyri eina kvinnu í 19. øld, men í øllum tí, hon gjørdi, fekk hon dyggan stuðul frá mammu síni, ið var errin um øll framstigini, sum dótturin gjørdi í lívinum.

Tá pápi hennara doyði í 1902, heitti Anna Jarvis á mammu sína um at flyta til Philadelphia og koma at búgva hjá sær. Tá so Ann Reeves Jarvis í 1904 fekk hjartatrupulleikar, valdi hon at eftirlíka ynskinum hjá dóttrini og flutti til Philadelphia at búgva. Anna Jarvis var um mammu sína, til hon doyði 9. mai í 1905, 72 ára gomul.

Anna Jarvis hevði ongantíð gloymt tað, sum mamman hevði sagt í bønini fyri nógvum árum síðani, og 10. mai í 1908, trý ár eftir at mamman var deyð, skipaði hon fyri eini minningargudstænastu til heiðurs fyri mammu síni og øllum øðrum mammum.

 

Stríddist móti marknaðarkreftunum

Í árunum, sum komu, brúkti Anna Jarvis sína orku til at fáa myndugleikarnar at gera “Mother’s Day” til ein almennan frídag. Hon skrivaði til handilseigarar, kirkjuligar samkomur og politikarar bæði í statinum og í Washington D.C. fyri at gera dreymin hjá mammuni til veruleika. Og stríðið gav úrslit. So líðandi varð Mammudagurin tikin upp í fleiri øðrum statum, eins væl og í Kanada, Meksiko, Kina og Japan, og í 1914 rakk hon endiliga málinum, tá amerikanski forsetin Woodrow Wilson lýsti Mammudagin at vera ein frídag um alt landið.

So líðandi bleiv Mammudagurin eisini eitt handilsligt fyribrigdi. Anna Jarvis stríddist ímóti handilsligu áhugamálunum, sum hóttu við at køva upprunaliga boðskapin við degnum. Frá byrjan av hevði hon brúkt ein hvítan nelik sum frámerki fyri dagin, og hon helt lítið um, at handilsvinnan fór at gera serlig kort og selja góðgæti og blómutyssir í sambandi við Mammudagin:

“Eitt prentað kort merkir einki, uttan tað, at tú er ov latur til at seta teg niður og skriva til kvinnuna, sum hevur gjørt meira fyri teg enn nakar annar í verðini. Og góðgæti! Tú kanst taka bomm við til mammu tína og so eta tað mesta sjálvur. Ein penur tanki!”

Men móti sterku handilsligu áhugamálunum kundi Anna Jarvis ikki vinna, og við tíðini bleiv Mammudagurin alsamt meira kommersialiseraður. Hon brúkti ikki bara nógva orku til stríðið, men eisini nógvar pengar. Meðan onnur vunnu pengar burtur úr Mammudegnum, minkaði alsamt burtur av hjá Onnu Jarvis, og hon noyddist at flyta inn hjá systrini, til hon í 1944 flutti á ellisheim.

Anna Jarvis doyði 24. november í 1948, 84 ára gomul, og varð jarðað undir liðini á mammu síni. Hon varð ongantíð gift og fekk eingi børn.

 

Brúka milliardir

Men Mammudagurin livdi víðari og livir enn í dag, meir enn 100 ár eftir, at Woodrow Wilson gav honum eitt pláss í amerikanska kalendaranum, og hevur nú spjatt seg til allan knøttin.

Í USA er Mammudagurin í dag ein av best umtóktu døgum til at fara á matstovu at eta. Hjá handlum, sum selja gimsteinar og prýðislutir, er hetta ein av týdningarmestu døgunum fyri umsetningin, og kanningar vísa, at amerikanarar brúka umleið 2,6 milliardir dollarar til blómur, 1,5 milliard til forkelandi gávur so sum wellness og spa, og 68 milliónir dollarar til kort.

Og hóast summi eru samd við Onnu Jarvis, at dagurin ikki verður brúktur til tað, hann upprunaliga átti at verið, halda onnur uppá, at um Mammudagurin ikki hevði yvirlivað, hevði tað ikki verið fyri handilsvinnuni, sum hevur sett hann á breddan mestsum heilt frá byrjan.

Í flestu londum, eisini í Føroyum, verður Mammudagurin hildin annan sunnudag í mai – í ár verður hann so 8. mai – men í Svøríki og Fraklandi er hann síðsta sunnudag í mai. Í fleiri eysturevropeiskum londum verður Mammudagurin hildin 8. mars, sama dag sum altjóða kvinnudagin, men í Noregi verður hann hildin longu annan sunnudag í februar.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður