Manningarparturin var 2.334.000 krónur

2017-01-31 08:33 Author image
Sigmund Vang

Tað vóru skipini í tí bólki, sum verður róptur "nótaskip", sum saman við einum skipi í bólkinum "Ídnaðarskip", ið høvdu størstu manningarpartar í fjør. Fýra skip høvdu omanfyri tvær milliónir krónur í manningarparti. Ein flakatrolari hevði ein manningarpart, sum var omanfyri eina millión krónur.

Og tá tú fyrst hevur fingið ein góðan kjans, so er at halda fast um hann. Útskiftingin umborð á teimum skipum, sum fiska væl, er tískil ikki stór. Til dømis kann nevnast, at síðani Framherji keypti táverandi Krúnborg, sum fekk navnið Fagraberg, fyri knøppum 11 árum síðani, er ein maður skiftur út.


Manningarpartar uttan frítíðarløn og minstuløn hjá Nótaskipunum í fjør:

Top 7

  1. Fagraberg 2.334.000 kr
  2. Finnur Fríði 2.174.000 kr
  3. Jupiter 2.122.000 kr
  4. Tróndur í Gøtu 2.105.000 kr
  5. Norðborg 1.864.000 kr
  6. Christian í Grótinum 1.761.000 kr
  7. Tummas T 1.191.000 kr


Í Dimmalætting, sum kom í handlarnar farna fríggjadag, eru yvirlit yvir bestu manningarpartarnar í øllum skipabólkum í føroyska fiskiflotanum.

  

  

  

placeholder

Meira langlesnaður