Maradona: Ísland kann arga Frakland í kvøld

2016-07-03 11:20 Author image
Sigmund Vang

EM 2016: Fyrrverandi stórleikarin Maradona heldur, at íslendingar skulu fyrireika seg til ein nakað torførari fótbóltsdyst í kvøld ímóti Fraklandi, enn talan var um ímóti Onglandi, tá teir vunnu seg víðari til fjórðingsfinaluna.

Men tað sær ikki heilt hopuleyst út, skrivar Maradona sambært Morgunblaðnum í Times of India.

Diego Maradona skrivar, at um íslendingar ikki fáa nakað mál ímóti sær tíðliga í dystinum, so kunnu teir gott arga fraklendingar og fáa størri vald á dystinum.

- Eg havi sæð hvussu Brasilia á heimavølli breyt saman, tí trýstið var ov stórt, skrivar Maradona.

Fjórðingsfinalan millum Ísland og Frakland verður á Stade de France í París í kvøld, sunnukvøld, klokkan 20 føroyska tíð.


Kelda: Morgunblaðið

  

placeholder

Meira langlesnaður