Marghøllin verður tikin í nýtslu í heyst

2017-03-28 09:14 Author image
Sigmund Vang

Marghøllin í Vági verður nú veruleiki. Hetta er greitt eftir býráðsfundin mánakvøldið, har Vágs Býráð samtykti at játta stuðul til byggingini av Marghøll inni á Oyrunum í Vági, sum Vágs Ítróttarráð letur byggja.

Vágs kommuna upplýsir í skrivi sent miðlunum, at tað í marghøllini verður ½ fótbóltsvøllur, sum er 60 m. x 40 m. Harumframt verða góðar umstøður til frælsan ítrótt, tí rennibreyt verður runt vøllin. Á einari síðu verða 4 geilar, soleiðis at tað ber til at hava kappingar í 60 m. renning og 60 m. forðarenning, meðan 2 geilar verða runt fótbóltsvøllin. Harumframt verða eisini umstøður til longdarlop, 3-lop og hæddarlop.

Í høllini verður eisini ein klatriveggur, sum er 12 m. høgur, sum bæði kann brúkast til klatring og til síðing / rapelling.

Marghøllin er ein stór høll, sum er 75,5 m. long og 50,0 m. breið. Høllin er 7 m. høg úti við síðurnar og umleið 15 m. høg á miðjuni. 

Marghøllin kostar tilsamans 14 mió. kr. Á býráðsfundinum varð samtykt, at Vágs kommuna stuðular við 2 mió. kr. í 2017, sum longu eru settar av á fíggjarætlanini, og 1,5 mió. kr. skulu setast av á fíggjarætlanini fyri 2018. Harumframt kemur Vágs kommuna at gera leigusáttmála við Vágs Ítróttarráð, sum tryggjar stovnum undir Vágs kommunu, ítróttafeløgum og øðrum atgongd til at brúka Marghøllina.

Farið verður nú at gera klárt til at stoypa fundamentini undir stór-høllini, sum verður sett upp í juli og august mánað. Síðani verður farið undir at leggja graslíkisvøllin og rennibreytirnar. Marghøllin verður tikin í nýtslu í heyst.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður