Tung tøk í Vági

2017-04-10 08:58 Author image
Sigmund Vang

Fyri tveimum vikum síðani fingu miðlarnir tíðindaskriv frá Vágs Kommunu, at sjøtil nú verður settur á at byggja Marghøll Vági. Hetta hendi samstundis, sum handverkarar eru í ferð við at leggja seinastu hond á Páls Høll, sum loksins skal standa liðug, eftir at hon varð tikin í nýtslu í 2015.

Tá var svimjihøllin als ikki liðug, men Dennis Holm var glaður.

- Undir vanligum umstøðum átti langhylurin í Vági at kosta umleið 80-85 milliónir krónur. Men Páls Høll kostaði einans 20 milliónir krónur, segði ein væl nøgdur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági.

Men heilt so væl spældi klaverið ikki, tá avtornaði. Sambært Dennis Holm kostar høllin í dag 23 milliónir krónur og Vágs Kommuna hevur higartil spýtt einar 8 milliónir krónur í høllina, sum Grunnurin Páls Høll eigur – og stuðulsupphæddirnar eru alsamt hækkaðar, samstundis sum høllin hevur fylt nógv á býráðsfundunum í Vági, síðani hon varð sett á skrá, til dagin í dag.

- Um ein kommuna fær í boði at byggja ein langhyl fyri 10.000 krónur fermeturin, ivist eg ikki í at hon hevði tikið av, tí vanliga kostar tílíkt 40.000 krónur fermeturin. Og nú verður seinasta hond løgd á Páls Høll, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági.

Og longu nú fer Vágur undir næsta stig, sum er at byggja eina marghøll. Spurningurin er, um kommunan ikki er um at leypa framav.

- Vit mugu tryggja okkum momentum, og tað er altíð ein avbjóðing at arbeiða fram í tíðina. Men vit kunnu ikki bara sita hendur í favn og bíða, tí einki kemur av sær sjálvum. Vit mugu byggja karmarnar, sum onnur kunnu fylla út, sigur borgarstjórin.

Hann sigur, at kommunan má ásanna, at virksemið í býnum ikki er tað, tað einaferð var – men vinnuligt virksemi fær kommunan ikki gjørt nakað stórvegis við. Hinvegin kann kommunan skapa karmar av øðrvísi slag á skúla- og upplivingarøkinum.

Ein ítróttarháskúli er settur á stovn, sum bjóðar hálvárs- og heilársskeið. Tað var eitt sindur trupult at fáa gongd á, men byrjanin var so mikið góð, at tað nú er stórur áhugi at byrja á skúlanum. Smáttur eru bygdar at hýsa næmingunum, sum eisini brúka náttúruna nógv.

Langhylurin er eisini har, ítróttarhøllin er har og um ikki so langa tíð eisini ein marghøll, so virksemið kann flyta innandura, tá veðrið ikki er av tí besta.

Sambært Dennis Holm, skapar hetta arbeiðspláss í kommununi, sum tað ikki eru ov nógv av frammanundan. Millum annað eru millum seks og sjey fólk knýtt at Páls Høll og eini fimm fólk til ítróttarháskúlan.

Men tað kostar, og hóast tað kanska ikki eru tær ovurstóru upphæddirnar, so telja tær nógv í Vágs Kommunu – og dømið við Páls Høll vísir, at onkuntíð kostar tað nakað meira enn ætlað.


Hetta er ein av fleiri greinum um ætlanirnar hjá Vágs kommunu, sum standa at lesa í nýggjastu Dimmalætting

  

 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður