Marine Harvest í Føroyum best í samtakinum

2017-02-21 10:33 Author image
Dimma

Hóast felagið misti fisk fyri átjan milliónir krónur á Sandsvág í vetur, so er felagið hjá norska Marine Harvest í Føroyum best í samtakinum. Rakstrarúrslitið í Føroyum er 31,80 norskar krónur fyri kilo, meðan besta felagið í Noregi hevði eitt úrslit upp á 25,80 krónur fyri kilo.

Tað stendur at lesa í intrafish.no.

Men sambært stjóranum í samtakinum, Alt-Helge Aarskog, so er størsta avbjóðingin í føroyska felagnum alingin á Sandsvág, har felagið misti so nógvan fisk í sambandi við ódnirnar í vetur. Útgerðin helt ímóti ógvusliga veðrinum, men fiskurin kláraði ikki at standa ímóti. Hendingin kostaði felagnum 4,20 krónur fyri kilo, og tað svarar til eitt tap upp á 18 milliónir krónur.

Hetta hevur gjørt, at felagið er farið at endurmeta alingina á Sandsvág.

- Hendingin hevur sum so ikki stórvegis ávirkan. Talan var um tveir ringar, sum vit brúktu í eini roynd, og sum fingu ein rættiligan umgang av ódnunum, og talan var ikki um tær stóru nøgdirnar av fiski. Men vit umhugsa ætlanina, og um nakað skal broytast. Spurningurin er um vit skulu seta størri smolt út á vári sum kann slaktast áðrenn vetraródnirnar koma. Vit kann fleiri møguleikar, sigur Aarskog við Intrafish.

 

  

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður