Marine Harvest Faroes 256 mió. í avlopi

Mynd: marineharvest.ca

Marine Harvest Faroes 256 mió. í avlopi

2017-05-30 10:41 Author image
Leif Láadal

Roknskapurin hjá Marine Harvest Faroes fyri 2016 vísir eitt avlop áðrenn skatt upp á 256 mió. kr. Hetta er besta úrslitið, sum felagið hevur havt, síðani tað var stovnað. Eginognin hjá felagnum er nú 490 mió. krónur, upplýsir felagið í skrivi sent miðlunum.

Fyri roknskaparárið 2016 rindar Marine Harvest 47 mió. kr. í skatti, umframt at felagið hevur goldið kryvjigjald upp á 24 mió. kr. Tilsamans er skatturin 71 mió. kr fyri 2016.

Tøki peningurin hjá felagnum er 287 mió. kr. Tøkunøgdin var 10.893 tons.

Marine Harvest hevur í 2016 gjørt íløgu fyri 100 mió. kr. í størri smoltstøð á Hellunum, har møguligt verður at framleiða 700 gram smolt. Støðin verður tikin í nýtslu í juli í ár.

Felagið hevur 2 økir at ala á. Annað er á Oyndarfirði og hitt í Sundalagnum Norður. Umframt tað hevur felagið arbeitt við at ment aliøkið á Sandsvág. Laksur var settur í tveir ringar í fjør, men royndin miseydnaðist í illveðrinum á jólum, tí laksurin ikki toldi áhaldandi høga aldu og hart rák.

Felagið hevur avgjørt at fara í gongd at ala aftur á Sandsvág og verður gjørt klárt til tað í summar. Ætlanin er at seta 1 kilo fisk út í tveir ringar í mars í 2018.

 

 

placeholder

Meira langlesnaður