Marius Olsen sýnir fram sítt lívsverk

2016-07-04 20:14 Author image
Dimma

Raffineraðu grafisku verkini hjá Mariusi Olsen rúma óendalig nógv løg. Eitt eftir eitt lata fín, viðbrekin og lýrisk løg seg upp. Skemtilig, sjálvt speisk løg, gátufør, innilig, symbolistisk løg og sniðfundig, filosofisk løg avdúkast spakuliga. Beint fyri eygunum á okkum vaksa løg við ekspressivum ørskapi, løg við nossligari ornamentgleði og løg við eini vakrari, myrkari dýpd, sum tað bara ber til at finna í listaverkunum hjá Mariusi Olsen. Onki annað stað í heiminum.

Soleiðis verður sagt í tíðindaskrivi, har boðað verður frá stórari framsýning um lívsverkið hjá Mariusi Olsen. Framsýningin verður latin upp í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 17. juni kl. 16.00 og er opin fram til 14. august.

Samstundis verður bók løgd fram um listamannin. Bókin um Marius Olsen, sum Sprotin gevur út, er 400 síður í brotinum 30x30, so sama um myndirnar standa ella liggja, er rúmsátt hjá verkunum, og tey sleppa at tala fyri seg hvørt á sínari opnu. Tekstirnar eiga Gunnar Hoydal, Jan Andersson, Ilona Raipala, Marius Olsen og Inger Smærup Sørensen.

Á framsýningini, sum er tann higartil vavmiklasta hjá Mariusi Olsen, opinberast ein ørgrynna av nýggjum løgum, nýggjum upplivingum og nýggjum sannkenningum.

   

   

placeholder

Meira langlesnaður