Hóttir vantandi verja av vesturlendskum kjarnuvirðum framsøgufrælsið?

2016-05-30 09:34 Author image
Simona Midjord

Kanadiski samfelagskjakarin og rithøvundurin Mark Steyn er hóttur eftir lívinum, og fleiri royndir eru gjørdar at sensurera hann orsakað av hansara hugsanum um serliga islam og fjølmentan.

Verk hansara hava fingið rós frá millum øðrum Christopher Hitchens og Martin Amis, og harumframt viðmælti táverandi amerikanski forsetin George W. Bush sínum ráðharrum at lesa bókina hjá Steyn, “America Alone”.

Sambært Mark Steyn hevur vesturheimurin meir ella minni uppgivið stríðið at verja framsøgufrælsið fyri komandi ættarlið. Hetta er hent orsakað av vantandi vilja til at finnast at serliga islam. Harvið hevur vesturheimurin valt at gera mentanarligt sjálvmorð.

Hansara niðurstøða fer, sum frálíður, at merkja endin á liberalu og demokratisku virðunum, sum Evropa vanliga hevur staðið fyri. Uttan hetta týðandi atfinningarsama sjónarmiðið um átrúnað ella fjølmentan fer vesturheimurin ikki longur at megna leiklutin sum størsti frælsisskansi, sigur Mark Steyn við meg.

Vit hittast til eina samrøðu á Christiansborg 26. september 2015 aftan á eina ráðstevnu, sum Trykkefrihedsselskabet stendur fyri í sambandi við, at tað eru tíggju ár liðin, síðani Muhammedtekningarnar vórðu prentaðar í Jyllands-Posten í 2005. Muhammedtekningarnar førdu tá til stór mótmæli og mótmælisgongur millum muslimar um allan heimin, har fleiri kirkjur og sendistovur vórðu álopnar, og sum kravdi fleiri mannalív.

Eftir at vaktir høvdu fylgt mær og myndamanninum inn til religiónskritikaran, fekk eg møguleikan at seta honum nakrar spurningar um hansara lutfalsliga kontroversiellu sjónarmið. Vit settu okkum væl til rættis í einum av stásiligu fundarhølunum á Christiansborg, har myndir av fyrrverandi donskum forsætisráðharrum og øðrum embætismonnum prýða veggirnar. Úti á gongini, beint uttanfyri har vit sita, er ein framsýning av fyrstu demokratisku donsku grundlógini frá 1849, tá sensurur varð avtikin, og grundarlagið fyri religiónskritikki varð lagt fyri fyrstu ferð í landsins søgu.

Høvdu ikki dirvið

Eg spyrji Mark Steyn, um møguleikin fyri at kritisera religión er meira hóttur nú enn áðrenn Muhammedkreppuna. Svarið hjá honum er ikki bjartskygt.

- Eg haldi, vit eru meira hótt nú enn áðrenn Muhammedkreppuna, tí vit hava minni frælsi. Tað, sum skuldi verið hent aftan á kreppuna, bleiv júst tað øvuta. Nevniliga, at tey stóru tíðindabløðini, so sum The Times og The Guardian, valdu ikki at endurprenta tekningarnar og harvið valdu ikki at vísa solidaritet við Jyllands-Posten, tá tey veruliga høvdu møguleikan, sigur Mark Steyn.

- Tað sama hendi við Charlie Hebdo í París. At siga “Je suis Charlie”, ella ússaliga teknið við at halda ein penn upp í loft, kravdi einki veruligt dirvi. At vera til reiðar at vísa tekningarnar var tað, sum var neyðugt at gera. Og skilligt var, at ikki nógv høvdu dirvið til at gera tað, sigur hann.

- Tær stóru altjóða avísirnar livdu tí ikki upp til tað, vit vænta av teimum, tá tað kemur til at verja framsøgufrælsið, tí tær framdu sjálvsensur. Tær fjaldu sín ótta við at siga seg vera kulturelt sensitivar mótvegis øðrum religiónum. Men vit verja bert framsøgufrælsið við at gera eitt stórt alment rúm fyri fría orðið og satiru.

Jú, men hava vit ikki teir stóru stovnarnar so sum ES ella ST, ið verja okkara rætt til at finnast at átrúnaði?

- Hesir stovnarnir verja ikki okkara rætt til at finnast at átrúnaði, tá tað veruliga stendur á. Hvørki ES ella ST hava eina fullkomiliga fría tilgongd til religiónskritikk. Teirra tilgongd er hinvegin regulerað við, hvat tú kanst og ikki kanst siga. ST hevur nevniliga tosað um at innføra revsiverdar blasfemiparagraffir, har tað verður bannað at fornerma religiónina hjá einum persóni. Vit vita øll, júst hvørja religión vit tosa um her, sigur Mark Steyn.

 

Best at tiga

Hvussu kanst tú skyna millum “hate-speech” og reellan religiónskritikk, og ber yvirhøvur til at finna eina sovorðna sundurskiljing?

- Tað haldi eg ikki, mann kann. Vit verða noydd at skilja, at alt tað multikulturella prosjektið í roynd og veru er við til at strika týdningin av einstøkum orðum, og enntá verða summi orð ólóglig at brúka. Tú verður stemplaður sum rasistur ella nazistur, um tú velur at seta spurnartekn við islam ella tilflyting. Tað er jú absurd, at tað er rasisma ella nazisma at vera kritiskur móti onkrum. Ayaan Hirsi Ali er jú ein myrkur feministur úr Somalia, sum kritiserar tey somu tingini í islam, sum eg hevði verðið stemplaður sum rasistur fyri at gera, sigur Mark Steyn.

- Á tann hátt er tað til títt egna besta ikki at nevna nakað slag av islamisering, og tí eru nógvir politikarar, sum ikki gera tað. Politikarar kunnu jú tosa um tað handan afturlætnar hurðar í fundarrúmum sum til dømis tí, vit sita í beint nú, har bara myndirnar av hesum gomlu forsætisráðharrunum hoyra okkum. Men politikarar hava enn ikki funnið ein máta, har teir vandaleyst kunnu tosa kritiskt um islam við vanliga fólkið.

So tú er ikki bjartskygdur um framtíðina hjá Evropa? Tú heldur ikki, at Danmark ella vesturheimurin sum heild kundi hildið fram í tí sama frælsa samfelagnum sum nú, um vit fingu eina stóra muslimska innrás í fólkatalinum?

- Nei, tað haldi eg ikki. Tí Danmark uttan danskarar hevði ikki verið tað sama landið. Eitt Danmark uttan danskarar hevði jú bara verið ogn. Um ein tjóð er ein akkumulatión av fólksins søguliga arvi, verður framtíðin ikki tann sama orsakað av tí, sum evropearar nú gera. Gert Wilders kom fyri ein dómstól, tí hann trúði ikki upp á multikulturalismu við at fyrihalda seg kritiskan mótvegis islam. Hesi rættarmálini fara sannlíkt við tíðini at verða skift út við verulig blasfemi-mál í Hollandi í framtíðini sum ein islamisk tjóð. Ismur sum til dømis rasisma, sexisma ella lýsingar sum “islamofobi” taka í roynd og veru burtur møguleikan fyri at føra politikk við ikki at kunna fyrihalda seg til, hvussu samfelagsviðurskifti í veruleikanum eru. At bjarga evropeisku nationalstatunum fer í framtíðini at vísa seg at gerast ein risastór avbjóðing. Her fara nøkur at yvirliva og onnur ikki.

 

Eingin rætt til serviðgerð

Fyri at skyna millum paranoia og veruleika er tað neyðugt at vísa á nakrar faktuellar veruleikar fyri hesa gongdina. Hvørji prógv byggir tú tínar niðurstøður á, at vit veruliga ganga tann vegin, tú sigur vit ganga?

- Eg haldi, at um vit ikki geva tann neyðuga kritikkin, fara vit at síggja serliga islam koma við fleiri krøvum um etablering av teirra egnu landsstovnum, sum skulu stýrast út frá teirra egnu religiøsu lóggeving. Her fara nógvir moderatir muslimar eisini at tapa, eftirsum nógvir muslimar eisini ynskja reformar innanfyri islam. Um tað ikki hendir, fara vit stigvíst at síggja fleiri krøv verða sett um at implementera islamiskar normar, til dømis har gentur og dreingir verða hildin hvør sær í svimjihallum, og við fleiri krøvum um, hvat mann kann eta og ikki eta og enntá siga. Hendan gongdin er longu væl ávegis fleiri staðni í Evropa. Og alt hetta hendir, meðan hesar totaliteru religiøsu kreftir átaka sær offurleiklutin. Tað ber sjálvandi til at steðga hesi gongdini, um vit velja at standa fast við okkara frælsisidealir, sum til dømis at seta allar religiónir undir sama kritikk. Ein kritikk, har eingin fær serviðgerð.

 

Ein serlig tøkk til Katrine Winkel Holm fyri at fáa samrøðuna í lag 

 

Herman F. Christiansen er cand.mag. í søgu og heimsspeki frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn og freelance skrivari fyri kristeligt dagblad/religion.dk

(Greinin varð prentað í Dimmalætting fyrstu ferð 13. november 2015)

placeholder

Meira langlesnaður