Marna Egholm rimmar altjóða úrslit

2016-05-16 13:50 Author image
Dimma

Marna Egholm nummar 5 í NM

 

Tað gjørdist eitt satt bragd, sum Marna Egholm framdi í samansettari NM- og DM-kapping leygardagin. Hon vísti, at hon er millum topprennararnar í Norðurlondum beint nú.

Norðurlandakappingin er tann einasta altjóða kappingin, sum Føroyar kunnu luttaka í, sum er. Talan er um bestu rennararnir í Norðurlondum, sum eisini hava aðrar størri kappingar at luttaka í, og tí er sjálvsagt, at tað er stórur biti hjá føroyingum. Men Marna Egholm stóð seg sera væl, skrivar Frælsur Ítróttur Føroya.

Tíðin hjá Marnu gjørdist 36.00,37. Ein betring av føroyska metinum við heili 48 sekundum. Tíðin rakk til eitt fimtapláss í NM.

- Gamla metið átti hon sjálv; tað setti hon á oyggjaleikunum á Jersey, tá hon vann silvur. Hetta var kortini ikki ein tíð, sum Marna var serliga imponerað av, tí so seint sum í mars rann hon 35.17 min, tá hon vann bronsu til DM í 10 km landavegsrenning. Til slíka meistaraskapsrenning hevur tíðin tó ikki mest at siga. Tað var eisini ov nógvur vindur at renna allarbestu tíðirnar. Marna eigur at stórfegnast um bestu plasering nakrantíð hjá føroyingi til NM, silvur í DM, gull í DM +35 ár og eitt stórt kut av føroyska metinum, sigur Hallur Holm frá FÍF.


Fyri at gera kappingina meira áhugaverda bæði fyri rennararnar og ákoðararnar, var samstundis kappast um DM-heitið á 10.000 metrum. Hetta merkti, at umframt tær fýra á danska landsliðnum, vóru eisini aðrar fýra av allarbestu donsku kvinnunum við. Og her eydnaðist altso Marnu Egholm at fáa eitt annaðpláss.


Úrslitið í NM-kappingini

  1. Laura Markovaara, Finland 34.00,14
  2. Cecilia Norrbom, Svøríki 34.16,21
  3. Sara Holmgren, Svøríki 34.57,13
  4. Simone Glad, Danmark 35.14,48
  5. Marna Egholm, FØROYAR 36.00,37
  6. Sissel Møller, Danmark 36.45,98
  7. Helene Svane, Danmark 37.02,7
  8. Pernille Bak Larsen, Danmark 37.09,46

Úrslitið í DM-kappingini

  1. Simone Glad 35.14,48
  2. Marna Egholm, 36.00,37
  3. Rikke Due-Andersen 36.03,25
  4. Sissel Møller, 36.45,98
  5. Helene Svane 37.02,74
  6. Pernille Bak Larsen 37.09,46
  7. Camilla Lundtoft 37.57,84
  8. Lise Kandborg Sørensen 38.04,81
  9. Mia Sørensen 38.16,78

 Dansk Atletikforbund var vertur, og kappingarvøllurin var hjá kenda danska rennifelagnum, Blovstrødløverne.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður