Tvøroyrarkvinna vitjar aftur við list síni

2017-04-10 11:16 Author image
Sigmund Vang

Randi Martin hevur framsýning í Galerie Focus í Lambagerði 1 frá Langa fríggjadegi 14. apríl kl. 16. Framsýningin er opin til 27. apríl, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18, eisini er opið eftir avtalu.

Randi Martin er av Tvøroyri og hevur síðani 1959 búð í Danmark, undantikið tvey ár í Congo. Frá 1978 til 1982 gekk hon á Billedskolen í Keypmannahavn. Hon hevur sýnt fram síðani 1979 ymsastaðni í Føroyum og í Danmark, í Týsklandi og USA.

Randi Martin arbeiðir mest við grafikki. Síðani 1999 hevur hon arbeitt á Atelier Agerbo í Keypmannahavn.

placeholder

Meira langlesnaður