Martin Luther sum føroysk teknirøð

Martin Luther sum føroysk teknirøð

2017-06-27 16:10 Author image
Leif Láadal

Útgávan ”Martin Luther - munkurin, sum broytti heimin” er teknirøð at brúka í kristni og søgu í 6., 7. og 8. flokki. Nám gevur teknirøðina út eftir áheitan frá fólkakirkjuni í sambandi við, at 500 ár eru liðin siðan reformatiónin tók seg upp.

Dann Vinther hevur umsett og upprunahøvundar eru Johannes Saurer og Ulrike Albers. Günter Schuchardt hevði søguligu viðgerðina um hendi, og týska upprunaheitið er “Martin Luther - ein Mönch verändert die Welt” (2016). Teknirøðin knýtur seg til temasíðuna um Luther á undirvísingarportalinum Snar. Teknirøðin telur 32 blaðsíður og fæst í bókabúðunum.

placeholder

Meira langlesnaður