Maskinmeistarar nýggjan sáttmála

2016-06-06 10:51 Author image
Dimma

Lønarhækking á 2,2 prosent frá 1. juni í ár og 2,3 prosent frá 1. juni 2017. Føroya Arbeiðsgevarafelag og Maskinmeistarafelagið hava gjørt semju um nýggjan sáttmála.

Semjan er harvið á sama stigi, sum tann semjan, ið arbeiðarafeløgini gjørdu fyrst í mai. Umframt lønarhækkingina eru aðrar tillagingar í sáttmálanum, sigur Vinnuhúsið.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur annars árliga aðalfund sín í dag, har roknskapurin verður lagdur fram og nevndin verður vald. Í nevndini fyri Arbeiðsgevarafelagið sita nú Bergur Poulsen, sum er formaður, Høgni Hansen, Kristoffur Laksá, Jón Sigurdsson, Atli Gregersen, Bogi Jacobsen og Fróði Magnussen.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður