Matiné: Katherine Wren í Havnar Kirkju

2016-09-08 11:01 Author image
Sigmund Vang

Leygardagin 10. September, verður matiné í Havnar kirkju við bratsjspælarinum Katherine Wren. Katherine Wren røkir vanliga sítt yrki sum bratsj spælari í Kongaliga Skotska Nationala Symfoniorkestrinum. Afturat at spæla í orkestrinum fæst hon við at spæla norðurlendskan og skotskan fólkatónleik og nýggjan tónleik smíðaður av norðurlendskum tónasmiðjum. Hon framførir eisini tónleik, sum hon sjálv hevur smíðað.

Katherine hevur í løtuni eitt hálvt árs farloyvi frá orkestrinum og nýtur tíðina til projektið Nordic Viola - Norðurlendsk bratsj. Katherine sigur at vakri myrki tónin hjá bratsjuni hóskar sera væl til norðurlendska veðrið, náttúruna og mentanina. Projektið inniheldur tí ferðir til Grønland, Ísland, Føroyar og norðastu oyggjarnar í Skotlandi. Á ferðini finnur hon fram og spælir tónleik úr økinum, hevur konsertir og hittir lokalar tónleikarar. Ætlanin er, at hon síðan tekur tónleikin við aftur til Skotland og spælir hann til konsertir í Skotlandi og norðurlondum.

Meir kann lesast um verkætlanina Nordic Viola á heimasíðuni hjá Katerhine, Nordicviola.

Til matinéina leygardagin spælir Katherine Wren egnar kompositiónir og skotskan og norðurlendskan tónleik.

placeholder

Meira langlesnaður