Matvørulógin avleiðingar í Hósvík

2016-05-22 09:00 Author image
Dimma

Ein av teimum, sum verða rakt, er Krás í Hósvík, sum PH Heilsøla eigur, og hevur gjørt stórar íløgur í. Tað hevur verið sagt frá politiskari síðu, at hetta virki neyvan verður ávirkað stórvegis, tí tað longu er frammanfyri øll onnur. Men so einfalt er tað ikki, sambært Høgna Hansen, stjóra í PH Heilsølu.

- Við teimum treytum vit arbeiða undir verða vit ikki kappingarførir, sigur Høgni Hansen.

Ætlanin at byggja út og menna virkið í Hósvík enn meira, verða eisini umhugsaðar.

- Vit mangla líka síðsta stigið í okkara menningarætlan, sum er at taka ímóti eftir slakt, tað vil siga eisini at hagreiða vøruna sum turt ella ræst, sigur Høgni Hansen, stjóri.

- Vit mugu nú revidera alla menningarætlanina, sigur hann.

Spurdur, um íløgurnar vórðu gjørdar, um PH Heilsøla visti av broytingunum, er Høgni Hansen ikki í iva.

- Nei, tað høvdu vit ikki, sigur hann.

Lógarbroytingarnar vórðu kunngjørdar 6. mai.

Les eisini: Kjøt úr kjallara inn á matstovuna

placeholder

Meira langlesnaður