Prísurin á mati stendur á leið í stað

2016-07-05 09:47 Author image
Sigmund Vang

Heldur tú, at matsvørur í Føroyum eru vorðnar dýrari seinastu tíðina, so er hetta ikki heilt rætt. Samanumtikið hevur prísvøksturin frá 2008 til 2014 verið áleið fimm prosent. Fara vit aftur til árini 2005 til 2008 var harafturímóti ein stór príshækking, men síðani hevur prísvøksturin ikki so stórur.

Kappingarráðið kannaði prísirnar í sambandi við at P/f Poul Hansen søkti um at yvirtaka Sp/f Torgið í Vági.

Prísurin á mati og drekka, sum er ein vørubolkur í skránni hjá Hagstovuni, hevur sum heild fylgt brúkaraprístalinum síðani 2005, tó at munurin seinastu fýra árini er vorðin eitt sindur størri. Hetta samstavar við gongdina í eitt nú Danmark, sigur Kappingarráðið.

Eitt samlað yvirlit fyri prísirnar í 2015 er ikki við í kanningini hjá Kappingarráðnum.

  

placeholder

Meira langlesnaður