Bók um rættindi hjá fólkum við breki kemur út

2016-05-16 13:45 Author image
Dimma

Tað var neyvan av tilvild, at MBF var stovnað sjálvan dagin hjá Sameindu tjóðum 24. oktober 1981.  Í ár verða sostatt 35 ár liðin, síðan MBF - Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum - varð stovnað. Hetta verður hátíðarhildið í Norðurlandahúsinum nú fríggjadagin 20. mai, har mangt áhugavert verður á skránni.

Tóra við Keldu er forkvinna og Ása Olsen er aðalskrivari í MBF. Tær siga eitt tað størsta framstigið fyri felagið var, tá ið Føroya løgting 13. mai 2009 samtykti ST-sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Í hesum sambandi boða tær frá, at nýggj bók verður løgd fram á hátíðardegnum.

Bókin upplýsir føroyingar um ST-sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Bókin er úrslit av samstarvi millum Edward Fuglø, listamann, Jastrid Gullaksen, Grafia, og Ásu Olsen, aðalskrivara, og Tóru við Keldu, forkvinnu, í MBF. Bókin verður ókeypis og er ætlað børnum og vaksnum at lesa í felag.

Á degnum í Norðurlandahúsinum verða annars lívssøgur sagdar, tónleikur verður framførdur, og hugleiðingar verða hildnar. Harumframt verður ljós varpað á stóru broytingarnar innan brekøkið seinastu árini.

Seinnapartin fara fólk at røða um sín gerandisdag. Suni úr Hørg tosar um sín gerandisdag sum blindur, Kristianna Sjóvará tosar um gerandisdagin við sclerosu, Bárður Persson tosar um gerandisdagin eftir tunglyndi, og Katrin Dagbjørtsdóttir viðger avbjóðingar og møguleikar fyri tey, ið bera brek.

At enda fara Ása og Tóra at leggja bókina Lukka fram. Tiltakið er alment og ókeypis.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður