Meining: Áheitan á Løgtingið um fígging til innkomuvegin

Meining: Áheitan á Løgtingið um fígging til innkomuvegin

2017-12-18 15:33 Author image
Annika Olsen

Nú landsstýrissamgongan leggur seinastu hond á fíggjarlógina fyri 2018 er alneyðugt at minna á, at skal innkomuvegurin til Havnar verða liðugur, tá tunnilin skal takast í nýtslu, so má munandi meira peningur setast av til endamálið.

Verandi avtala, har innkomuvegurin røkkur fram til Villingardalsvegin, kostar um 140 miljónir fyri tað, ið eftir er at gera av vegi. Brúktar eru 37 miljónir higartil.

Skal hendan vegagerð verða liðug, tá ið Eysturoyartunnilin letur upp í 2020, hava vit 3 ár at gera vegin. Hetta merkir, at játtast mugu góðar 47 mió um árið næstu trý árini.


Skulu vit hinvegin hava alla loysnina upp á pláss oman til Krákugjógv, er samlaði kostnaðurin hjá landinum 213 miljónir fyri tað, sum er eftir at gera.

Skal soleiðis øll loysnin vera komin upp á pláss, tá ið Eysturoyartunnilin letur upp í 2020, hava vit 3 ár at gera arbeiðið. Hetta merkir, at játtast mugu góðar 59 miljónir um árið fyri vegaloysn - ella 71 miljónir fyri tunnilsloysn næstu trý árini.

Eyðsæð kann Tórshavnar kommuna ikki liva við, at landið ikki virðir tær báðar avtalurnar, sum eru gjørdar um innkomuvegin.

Verður einki gjørt fyri at avlasta verandi vegakervi, tá ið tunnilin letur upp, verður ferðslutrýstið so mikið stórt, serliga á morgni, at tað fer at skapa langar bilrøðir, nógv longri enn vit hava í dag.

Innkomuvegurin er ikki bert ein vegur til havnarborgarar, men verður ein ferðsluæðr, sum allir føroyingar fáa gagn av.

Annika Olsen,
borgarstjóri

 

 

placeholder

Meira langlesnaður