Meining: At leysgeva cannabis í Føroyum - hvat er endamálið?

Meining: At leysgeva cannabis í Føroyum - hvat er endamálið?

2017-10-20 10:41 Author image
John William Joensen

MÍN MEINING UM CANNABIS kjakið: At grøða sjúkur og at geva heilivág er ein komplexur vidinskapur. Einki stoff ella evni, nátúrlig ella evnafrøðilig, eru góð fyri alt og øll. 

Cannabis, sum hevur verið nýtt í viðgerð í fleiri ár ymsastaðni í heiminum, verður brúkt til ávís ting av læknum. Í sambandi við krabbameinssjúklingar, hevur tað víst seg at givið linna við uppkast (spýggju) og tí gjørt sjúklingin betri móttakiligan fyri øðrum heilivági og harvið fingið eina betri samlaða viðgerð. Eisini hevur tað havt jalig árin á ávís ting hjá ávísum sjúklingum við øðrum sjúkum. 

Men cannabis er ikki gott fyri sjúklingar, sum hava trupulleikar við blóðtrýstinum og tað er fjøld av fólki, sum hava lágt blóðtrýst. Tað verða eisini gjørdar royndir við parkinsonsjúklingum, og har hevur tað givið linna til fólk, sum hava ógvusliga pínu og sum hava verið í viðgerð við sterkum pínudoyvandi evnum, sum hava onnur óheppin hjáárin. 

Bretska parkinsonfelagið hevur gjørt samrøður við royndarsjúklingar, sum hava fingið cannabis, og útsagnirnar hjá teimum eru sera ymiskar. Ein greiður frá, at sjúkraeyðkennini gjørdust ógvusligari, tá hann tók cannabis, men at hann heldur seg hava brúk fyri "kenningini" ella góðu kensluni sum hann fær við at taka evnið. Men samstundis greiður hann frá at hann kann ikki verða millum fólk, tá hann er ávirkaður av evninum. Hann uppførir seg øðrvísi og er ósosialur. 

Summi, sum hava Parkinson, stríðast við "hallucinatiónum" har tey uppliva og síggja hendingar, sum bert eru inni í heilanum og ikki veruligar. Hjá teimum ger cannabis ilt verri. Tí er alneyðugt at lurta verður eftir læknum og granskarum. Tað verður nógv granskað í løtuni, men úrslitini eru ikki eintýðug. 

Í øllum føri er cannabis ikki nakað mirakulevni, og útsøgnin frá Jenisi av Rana í KVF í morgun, har hann kriminaliseraði føroyska heilsuverkið, danska heilsustýrið og øll tey norðurlendsku heilsuverkini, sum gera eitt stórt arbeiði fyri at granska innan hetta økið OG eina breiða viftu av øðrum økjum - var út av lagi og fullkomiliga úti av proportiónum. Útsagnirnar hjá Jenisi eru við til byggja eina mytu upp kring cannabis og fyri kortum ringdu fólk inn til sending í KVF og greiddu frá, at Cannabis grøddi krabbamein, pínu í lærinum, parkinson, o.m.a. 

Cannabis er bara eitt av teimum mongu heimaráðum, sum eg hoyri um hvønn dag. Eg havi enntá fingið eina uppskrift til eina salat frá fólki, sum trúgva at hetta grøðir parkinson. Eg haldi bara at vit eiga at virða gransking og lurta eftir teimum granskarum, sum arbeiða á økinum. Teir gera hóast alt vísindaligar royndir, sum síðani eru dokumentatión fyri tær tilráðingar sum heilsuverkið ger. 

So skjótt sum cannabisgranskingin hevur neyðugu dokumentatión og vit vita hvussu og hvørja ávirkan tað hevur á sjúklingar, fara heilsumyndugleikanir sjálvandi at mæla til, at tey sum fáa ágóðan av hesum evni fáa hóskandi cannabisviðgerð. MEN at øll skulu hava cannabisolju, tí ein kona í Froðba er vorðin frísk í stórutá við brúka cannabisolju o.o.fr...o.s.fr.. er sera trupult at fyrihalda seg til, og eg dugi ikki at síggja hvussu tinglimir skulu fáa eitt bein til jørðina við at agera sum heilsumyndugleikar og geva øllum fría atgongd til cannabis. 

Tað kann sjálvandi verða gott at hava eina kenning - tað verið seg av cannabis ella øðrum - og tá ein er so álvarsliga sjúkur at ein er fullkomiliga tengdur at morfin og øðrum sterkum evnum, er tað kanska lívsneyðugt og sera væl skilligt. 

Eg skal heldur ikki gera meg klókan uppá um canabis er verri ella betri enn alkohol, tá fólk ynskja eina kenning, men eg fari at ávara ímóti at cannabis verður framstillað sum ein mirakulkurur, tí slíkir eru ikki til. 

OG tey sum prædika mirkakulkurar geva fólki falskar vónir. Eg havi hoyrt, at Jenis bjóðar fólki grøðing fyri allar sjúkur, bara trúgvin er sterk nokk. Tá ein er sjúkur, er ein sera sárbærur og hevur als ikki uppiborið at verða leiddur av populistiskum útsagnum og mirakulmakarum. Tað hava vit, sum eru sjúklingar, als ikki uppiborið. Vit hava nóg mikið at stríðast við. 

Eg má enn einaferð undirstrika, at eg havi sum so onga meining um cannabis, MEN eg haldi at kjakið er farið av sporinum. Tað má verða minstakrav, at tað, sum læknar bjóða sjúklingum, er prógvað og væl dokumentarað. At kjakði skal handla um at vera fyri ella ímóti cannabis - gevur slett onga meining.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður