Meining: Eitt peningaoyðslut býráð á flogi

Meining: Eitt peningaoyðslut býráð á flogi

2017-10-13 13:56 Author image
Beate L. Samuelsen

Fríggjadagurin 13. oktober er dagurin, tá Tórshavnar býráð fyri eina kvart mió. kr. og trimum fólkum skal imponera restina av heiminum við einum bási á Islands Brygge


Herfyri samtykti Tórshavnar býráð við einum títlingabresti at brúka eina kvart millión krónur til trý fólk í ein dag at luttaka á umhvørvismessuni Climate Planet á Islands Brygge.

Fyri meg og fleiri aðrar borgarar í kommununi er hetta eitt peningaoyðsl av eini aðrari verð.

Tað er eingin undanførsla, at Havnar kommuna noyðist at luttaka, bara tí at landsstýrið, SEV og Atlantic Airways eru við á Climate Planet. Tað líkist heldur ongum.

Tað man nokk verða fríggjadagurin 13. oktober, sum dregur, eftir sum hetta er dagurin, Tórshavnar býráð skal imponera restina av heiminum við einum bási. Hetta er nevniliga eisini dagurin, tá Keypmannahavn er karmur um árligu mentanarnáttina.

Har ruku so kr. 250.000,- av skattakrónum okkara til forkvinnuna í Náttúru- og Umhvørvisnevndini, tekniska stjóran og leiðaran í Byggi- og Umhvørvisnevndini.


Hvør pungar út?

Tann kvarta milliónin hevði gjørt størri mun, um hon varð nýtt til eldraøkið, hóast eg væl veit, at messupengarnir vóru tiknir av eini umhvørviskonto.

Egentliga høvdu vit svølgt Climate Planet-bitan og roynt at sodna hann í tvær vikur. Men tað gekk bara til útvarpið týsdagin kom við tí næsta skotinum, at fleiri av okkara býráðslimum nú vóru farnir til landsdyst í fótbólti í Budapest – ikki so nógv fyri at hyggja at fótbóltsdysti, heldur ikki fyri at sparka, men fyri at hyggja eftir fótbóltsvøllum.

Løgið, at ferðin júst skuldi fella saman við einum landsdysti uttanlands.

So er tað, man spyr seg sjálvan: Hvør betalir?

Eru tað aftur skattaborgararnir í Tórshavnar kommunu, ið punga út?

Nei, eg spyrji bara.

Kann ikki hugsa mær, at nakar privatpersónur stendur sum innbjóðari.

Og hvar skal ein nýggjur fótbótsvøllur liggja?

Vit hava so nógvar fótbóltsvøllir í hesum lítla landi, at vit heldur áttu at fingið umboð fyri útlendskar kommunur at komið hendavegin at hugt eftir teimum.

Má viðganga, at eg hevði væntað mær meiri av hesum býráðnum borgarunum at gagni.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður