Meining: Kvøldskúlin er í góðum hondum

Meining: Kvøldskúlin er í góðum hondum

2017-10-26 15:31 Author image
Gunvør Balle

Heðin Mortensen, býráðslimur, pástendur, at sitandi meiriluti í Tórshavnar býráð fer at selja burturav ognum hjá Kvøldskúlanum, soleiðis at millum 5 og 600 av tilsamans 3.000 næmingum verða settir út á gøtuna.

Aðrir pástandir eru eisini um, at vit av øllum alvi leggja eftir Kvøldskúlanum og royna at forkoma honum.

Fyrst er at siga, at biðið verður um at hetta mál verður tikið av býráðsskránni í kvøld. Ein ástaðarfundur hevur verið, og í samráð við umsiting, skúla og grannar er avgjørt at biða býráðið taka málið av skránni.

Orsøkin er, at nýggj ivamál hava reist seg viðv. servituttum o,ø, umframt at Kvøldskúlin hevur gjørt vart við, at hann hevur tørv á bygninginum til framhaldandi menning, og tí má málið kannast til botns. Bygningurin er í sera vánaligum standi og um henda verkætlan skal fremjast, skal býráðið játta fleiri miljónir til bygningin, so hann livir upp til galdandi krøv. Lat okkum síðan sláa fast, at talan er um ein tóman bygning, har nakað av trummufrálæru verið. Virksemið, ið ætlandi skuldi verða í hesum bygningi, er m.a. tað, sum í dag er í nýggja og stásiliga Toylon. 

Ongir næmingar verða sostatt settir út á gøtuna.

Ein trupulleiki er, at undanfarna býráð hevur minkað játtanina til Kvøldskúlan frá 3,9 mió kr í 2014/15 til 3,7 í 16/17, meðan næmingatalið er vaksið frá 2500 til 3000 næmingar í sama tíðarskeiði.

Annars er hetta ikki fyrstu ferð, at tosað hevur verið um møguleikan at selja henda bygning. Málið stóð á skrá meðan Heðin Mortensen var borgarstjóri, men varð eisini tá tikið av skrá. Orsøkin til, at hetta mál er komið upp nú, er tí at kommunan hevur rættiliga nógvar bygningar at viðlíkahalda. Tíverri hevur manglandi játtan verið til viðlíkahald seinastu mongu árini.

Sitandi meiriluti ynskir tí at selja bygningar, har tað er skynsamt, og annars at raðfesta viðlíkahald av kommunalum bygningum.

Gunvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður