Meining: Løgtingssjúkan Mikla

Meining: Løgtingssjúkan Mikla

2017-12-08 15:55 Author image
Thorbjörn Brochs

Um politiska skipanin í Føroyum skal koma at rigga, er neyðugt at hava eina valskipan, har Løgtingið altíð sitir fýra ár, uttan møguleika at hava nýval í úrtíð. Tað er ein treyt, um vit vilja hava eitt arbeiðslag sum kann geva góð og varandi úrslit. Politikarnir mugu sleppa at arbeiða minst trý ár, áðrenn teir noyðast at halda valrøður. Tí, sum nú er, hava teir ein hóttan um nýval hvørja ferð teir fara upp á Løgtingsins røðarapall, og so koma valrøðurnar.

Í verandi støðu hava fjølmiðlarnir eins nógv vald og tað Tingið hevur, tí miðlafólkini hava óavmarkaðan atgongd til at velja , hvussu tey skulu lýsa tað ið verður sagt. Tey kunnu bæði taka tað burtur, sum tey ikki vilja hava við, og tey kunnu velja, hvønn samanhang tey vilja seta tað ymiska í, av tí sum tey nýta í einum innslagi. Tíðindafólk skulu fyrst og fremst finna "konfliktir", tá tey vísa eina søgu, alt annað er sekundert. Hetta er ein arbeiðssetningur sum er komin aftaná kríggið. Fyrr vóru tíðindafólk oftast akademikarar, og nógv av teirra arbeiði var at analysera. Jú, tey "analysera" eisini nú. Men tað er til at gera "sárið" størri.

Fjølmiðlarnir fara altíð at vera, men hví skulu vit geva teimum møguleika at manipulera fram  eitt nýval, sjálvt um tað er teirra ynski? Nei, latið tingfólkini fáa møguleikan at fremja "realpolitikk". Tað eru tey vald til. Ger tað so!

placeholder

Meira langlesnaður