Meining: Løgtingsskrivstovan dugir ikki at tosa

Meining: Løgtingsskrivstovan dugir ikki at tosa

2017-10-26 09:04 Author image
Sjúrður Skaale, fólkatingslimur

Tað er ikki “útspilling” kritiskt at umrøða eitt verk hjá løgtingsstjóranum. Hinvegin er fólkaræðið hótt, um summi verða vard fyri kritiskari umrøðu

Í gjár legði eg eina viðmerking ár netið um uppritið hjá stjóranum í Løgtinginum, har hann mælti til, at uppskotið um stjórnarskipan bleiv burturvíst.

Fleiri hildu, at viðmerkingin var óhóskandi. Summi rætt og slætt tí eg dittaði mær at vera ósamdur – og onnur tí eg tók løgtingsstjóran fram persónliga, og kallaði hansara arbeiðið fløkt og fakliga óambitiøst.

Hetta skuldi vera at “leypa á” løgtingsskrivstovuna og hennara stjóra. Og onkur helt tað vera “útspilling” av stjóranum.

Tað var hvørki.

Stovnar meina einki 
Summi tykjast halda, at tá onkur myndugleiki ger eina niðurstøðu, so kann hon ikki diskuterast. Tá myndugleikin hevur sagt sítt, so mugu øll boyggja seg fyri tí. Og dittar mann sær at hava eina meining um tað, skal mann ið hvussu er ikki taka tann persónin fram, sum vegna myndugleikan hevur ført pennin. Tað er stovnurin, sum er avsendari, og tí má møguligur kritikkur ikki vera persónligur.

Hetta er púra misskilt.

Ein stovnur kann hvørki meina ella siga ella gera nakað. Løgtingsskrivstovan sjálv dugir hvørki at tosa ella skriva. Tá útvarpið sigur, at “løgtingsskrivstovan hevur skrivað eitt upprit”, so er tað altso ein PERSÓNUR, sum vegna løgtingsskrivstovuna hevur skrivað uppritið.

Tá útvarpið sigur, at “løgtingsskrivstovan mælir til burturvísing”, so kann tað fjala útyvir tann veruleika, at tað altso er ein ella fleiri PERSÓNAR, sum mæla til burturvísing.

Og teir persónar, sum skriva ting vegna landsins stovnar, eru ikki heksadoktarar, sum sita inni við tí endaliga sannleikanum. Tað, teir siga, kann sjálvandi umrøðast. Vit hava rætt at vera ósamd. Viðhvørt mugu vit boyggja okkum fyri tí – men eisini tá hava vit rætt at vera ósamd.

Nýggj støða
Í døminum um stjórnarskipanina er hetta serliga týðiligt. Tí fyri fáum árum síðani valdi Løgtingsskrivstovan IKKI at burturvísa málinum um stjórnarskipan. Tað ger hon nú. Orsøkin er, at ein annar persónur hevur valdið á Løgtingsskrivstovuni.

Tí kunnu vit ikki tosa um, hvat “Løgtingsskrivstovan” sigur og ikki. Tað gevur bara meining at tosa um, hvat teir PERSÓNAR, sum umboða hesa skrivstovu siga.

Sum eg segði í gjár: Jonhard Klettheyggj hevur fullan rætt at skriva tað, hann skrivar. Men hann hevur altso ongan rætt at verða vardur frá kritiskari umrøðu av tí, hann skrivar.

Tann, sum vil steðga slíkari umrøðu við at kalla hana “álop” og “útspilling”, hevur gloymt hvat er sjálvur hjartaslátturin í fólkaræðinum: Nevniliga frí, opin og kritisk umrøða. Í teirri løtu, summi fólk fáa so høga tign, at eingin kann siga teimum ímóti, er fólkaræðið deytt.

Eg haldi ikki, at uppritið hjá Jonhardi var gott. Tí kritiseraði eg tað, og kallaði tað “fløkt”, “torskilt”, “óbúgvið” og fakliga “óambitiøst”.

Var tað útspilling? Well – tað vóru effinett somu orð, sum sum Jonhard í sínum uppriti sjálvur brúkti um uppskotið til stjórnarskipan. Eg haldi ikki, nakar kendi seg “útspiltan” av tí. Eg rokni heldur ikki við, at Jonhard kendi seg “útspiltan” av at síggja síni egnu orð aftur.

Og eg rokni slett ikki við, at stjórin í Løgtinginum vil verða vardur fyri tí, sum øll onnur í einum demokratiskum landi mugu finna seg í: Kritiskari umrøðu.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður