Meining: Luther álopin

Meining: Luther álopin

2017-10-31 14:01 Author image
Thorbjörn Brochs

Um tú ætlar at fáa bilbugt við einum mótstøðumanni, kanst tú eisini gera tað uttan opinlýst at leypa á hann. Ístaðin kanst tú hálvhjartað vera viðhaldsmaður ella siga nøkur hálvsannindi, sum kunnu sáa iva um hansara evnir. Onnur kunnu so siga honum beint ímóti, meðan "viðhaldsfólk" ósjónligt undirgrava trúvirði hansara. Hetta arbeiðslagið verður nýtt oftari enn vit geva okkum far um.

Hvat er so høvuðsstríðið í øllum sum gongur fyri seg, nú vit minnast, at Trúbótin  hevur varað í 500 ár? Tað er virðið á trúarfrælsinum! Ella um tað var neyðugt. Luther er hjá okkum tað best kenda umboðið, tá vit tosa um stríðið fyri trúarfrælsi. Men hann kann eisini nýtast sum amboð, um ein vil finna ein veg aftur til tað gamla, og beint har er stríðið nú. So nú er at gera hann "tannleysan", ella ein kann taka trúvirðið frá honum.

Fyri á leið einum ári síðani, sá eg eitt gott dømi í Svf. Ein persónur helt tað vera ein margháttlig læra hjá teimum kristnu, at var tú umvendur, so kundi tú synda so galið tú vildi. Eg skilji væl hansara støðu. Men so vildi hann vera við, at tað var frá Luther! Og tað er ein kolsvørt lygn. Lesið Luther, so sært tú nakað heilt annað. Sjálvt um hann helt uppá, at vit eru frelst av náði eina, so segði hann okkum ikki vera leys av boðunum. Tá boðini eru galdandi, er náðin alneyðug. Men tíverri, hendan læran hevur gjørt tann evangeliska kristindómin til láturs, bæði hjá katolikkum og logiskum ateistum. Men latið okkum halda fast við, at tað er ikki komið frá Luther.

Ein átrúnarlig talskvinna segði nú í heyst, at tað var spell, at Luther valdi at fara úr tí  Katólsku Kirkjuni. Sannleikin er, at hann varð blakaður út og bannlýstur. Tað var ikki hansara ætlan at elva til nakað, sum kundi skaða kirkjuna. Tær 95 tesurnar, sum vit hoyra nógv um, vóru skrivaðar á Latínskum máli, og tær vóru bert ætlaðar lærdum monnum. Teir skuldu kjakast um tað sínámillum. Hann vísti á, millum annað, at tað var móti Bíbliunnar læru at selja fyrigeving fyri pengar, soleiðis sum Kirkjunnar avláts-seljari, Tetzel gjørdi, og tað var hetta teir skuldu viðgera. Hann hevði stuðul bæði hjá prestum og øðrum lærdum, tí teir vildu, at kirkjan skuldi rætta síni mistøk. Og eingin hevði nakrar tankar um, at kirkjan kundi taka skaða av tí. Men tá hon helt uppá sítt, gekk tað sum tað gekk.  

Trúbótin var byrjanin til okkara trúarfrælsi, men stríðið endar ikki, so leingi vit hava kongar og kirkjur sum ynskja at taka frælsið frá okkum.

Jesus noktaði at blanda seg uppí tað politiska. Hann vildi bert taka sær av tí persónliga, og tí talaði hann ímóti andligari kúgan, heldur enn at leggja eftir umsitingarligu korrupsjón. Luther gloymdi í fyrstuni at fylgja Jesu fyrimynd, at halda seg burtur frá tí politiska, men tá ið hann sá avleiðingarnar av sínum útsagnum, angraði hann tað djúpt. Mótstøðufólk hansara vilja ikki nevna tann partin, bert vísa á tey mistøk hann gjørdi í fyrstuni. Hví "viðhaldsfólk" hansara ídag eisini gloyma, er ringt at vita. Tó varð úrslitið tað, at Luther proklameraði eitt tætt skott millum kirkju og kong, tey skuldu ikki sova í somu song. Og sjálvt Lutheranar hava gloymt hetta skottið í teimum flestu norðurlondunum.

Nú eru kunningarrit komin út, sum helst høvdu til endamáls at lýsa andaliga stríð Luthers, úr ræðslu og vónloysi, fram til tað evangeliska ljósið, men myndirnar av Hinum Illa eru rættiliga ljótar og ógvusligar. Ivaleyst hava nógv somu fatan av illamanni sum tað tey lærdu um hann í miðøldini, men Guds orð lærir okkum, at hann er ein vakur skapningur. Hann var hin ovasti í tónleiki og vitsku av øllum teimum skaptu, sum vóru í Himmalinum. Hugsa sær, at syndin veruliga varð til har, í Himmalinum.

Nú er meira ført fram enn tað, sum eg havi nevnt. Fimtakolonnarar eru komnir inn, sum siga, at Luther hevði misskilt katólsku teologiuna. Hvussu kann ein misskilja, tá munurin er størri enn millum dag og nátt? Ein er millumgongumaðurin millum Gud og menniskju.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður