Meining: Nakrir tankar um føroyskt bátasmíð og ferðavinnu

Bátasmiðirnir, sum kunnu hetta handverkið, fækkast í stórum, men tað eru tó enn nakrir, ið kunnu hetta handverk, so hóast tað siðbundna bátasmíðið nærkast gravarbakka, er enn tíð at bjarga tí, men tað má gerast nú

Meining: Nakrir tankar um føroyskt bátasmíð og ferðavinnu

2017-11-10 11:06 Author image
Poul Hansen

Vit hava ofta lyndi at samanlíkna okkum við íslendingar. Rætt, tí vit hava hvør sítt nørrøna tungumál, og tveir tjóðararvar hvør.

Íslendingar hava sagairnar og rossið, kanska besta fjallarossið, sum nú tíverri alt ov ofta einans verður nýtt sum “sirkushestar” og bert renna á ríðibreytum.

Vit hava kvæðini og bátasmíðið. At tjóðararvar eru ymiskar, hevur sína náttúruligu frágreiðing.

Íslendingar vóru skriftkønir kanska longu í 1200-talinum. Rossið varð brúkt til at ferðast við, og ment hareftir, meðan vit høvdu bátin at ferðast um oyggjarnar ímillum, og vit mentu bátin til uppgávuna. Kanska besti og tryggasti bátur í heiminum. Kvæðini yvirlivdu á mannamunni – haldi, at íslendingar eisini høvdu ein fólkadans, sum æt Vikivaka. Tá Ísland fyri nøkrum hundrað árum síðani eisini var undir donsku/norsku krúnuni, varð Vikivaka bannað. Um tað var tilvitað ella bert gloymska, so varð føroyski dansurin ikki forboðin. Veit tað ikki, men tað eru óivað professarar, ið kunnu siga meira um tað enn undirritaði.

Hóast føroyskt bátasmíð er okkara tjóðararvur, stavar hann neyvan frá víkingatíðini, men er kanska 5-600 ára gamalt, men fyri tað er bátasmíðið okkara tjóðararvur, sum vit hava skyldu at varðveita. Her meini eg ikki við kappróðrarbátarnar, men teir havgangandi bátarnir, tað vil siga uppruna bátasmíðið.

Bátasmiðirnir, sum kunnu hetta handverkið, fækkast í stórum, men tað eru tó enn nakrir, ið kunnu hetta handverk, so hóast tað siðbundna bátasmíðið nærkast gravarbakka, er enn tíð at bjarga tí, men tað má gerast nú.

Politiskt hevur onkur tosað um mvg-frítøku, meðan onkur hevur tosað um bátaportal, har tveir-tríggir bátasmiðir skulu byggja hvør sín bát í sama rúmi.

Gloym tað. Órealistiskt, tí mvg-frítøka bjargar ongum báti, og bátasmiðurin er einsamallur listamaður, sum vil arbeiða fyri seg sjálvan; kanska við einum lærlingi.  

Vit í Víkingagarðinum í Kvívík verða lidnir við stóra neystið, har teinæringurin Brandur Sigmundarsson skal vera um veturin. Hann verður flotaður á vári, og vit hava á fundi bæði við Mentamálaráðið og Fíggjarnevnd Løgtingsins sagt, at vit biðja ikki um studning, men at um tey lata byggja nakrar bátar gjøgnum summarið, skulu vit semjast um, hvussu nógvir skúlanæmingar koma ókeypis inn á garðin. Einki meir. Havi eisini spurt hví bátasmiðir, sum smíða á upprunaligan hátt, ikki kunnu fáa starvsløn eitt til trý ár, og sama við grótlagarum, ið laga uppá gamlan hátt – í staðin fyri bert at geva starvslønir til fólk, sum í høvuðsheitum skriva tað, tey fægstu tíma at lesa. Einki svar.


Ferðavinnan

Ferðavinnan sýnist at økjast, og tey flestu fegnast um økta ferðafólkatalið. Alt í lagi við tí, men vit hava enn møguleikan ikki at lata hana taka okkum av fótum, eins og íslendingar, Barcelona, Venedig, Rom, Mallorca og Kroatia hava gjørt. Vit mugu stýra henni, og hon ikki okkum. Hava m.a. hoyrt, at VisitTórshavn reklamerar fyri, at ferðafólk kunnu ferðast ókeypis við býarbussunum, sum vit skattgjaldarar rinda fyri. Álvaratos, hvussu býtt kunnu vit vera. Tað skuldu sjálvandi bert verið skattgjaldarar í Tórshavnar Kommunu, sum koyrdu ókeypis. Sama er við útoyggjastuðulinum, har bert tey ið búgva á útoynni sigla/flúgva uppá stuðulin. Sum er, gjalda vit skattaborgarar fyri, at útlendingar koma til Mykines og aðrar útoyggjar, sum eru yvirrendar av alt ov nógvum ferðafólki.


Heilaga landið

Nógv nevna Ísrael tað heilaga landið, men fyri okkum, sum eru fødd, uppvaksin og hava ferðast her í føroysku náttúruni frá barnsbeini av, er tað Heilaga landið Føroyar. Sum skaldið sigur, “Signaða landið Gud okkum gav”. Í mun til at ganga í sandalum, fáa sand ímillum tærnar og síggja gamlar konservativar hettuklæddar menn, sum hvørki virða kvinnurættindi ella demokrati, standa við ein gamlan múr og gráta, kann ikki á nakran hátt metast við upplivingar í føroysku náttúruni. Tí sært tú ikki Várharra í óspiltu føroysku náttúruni, sært tú hann ikki við Grátimúrin.

Her kemur skylda okkara mótvegis eftirkomarunum inn, at náttúran verður so rein og óspilt sum gjørligt.


The Mountain Men

The Mountain Men. Soleiðis vóru teir nevndir í USA, sum førdu nýbyggjararnar vesturum fjallarøðina Appalakkirnar. Kendastur av fjallamonnunum mundi vera Daniel Boone frá Pennsylvania, f. 2/11-1734 og koloniseraði Kentucky, deyður tann 26/9-1820, og Kit Carson f. jólaaftan 1809 í Kentucky. Var minstur av vøkstri, men kanska tann djarvasti og gløggasti av fjallamonnum. Var m.a. førari av mongum preriuvognum við nýbyggjarum vestureftir, enntá heilt til California í mai 1868.

Hann fór longu 59 ára gamal á ferðina, har ongin kemur aftur. Á evstu stund skuldi hann siga, at lívsverk hansara var at opna vegin vestureftir fyri nýbyggjarunum, men samstundis “oyðilegði” hann tað lív og náttúru, sum hann elskaði.

Vit mugu ikki koma í ta støðu, at vit oyðileggja “Signaða landið Gud okkum gav”, fyri ein løtuvinning, har ferðafólk vassa uttan fyrilit um alla óspiltu náttúruna.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður