Meining: Tilboðið frá Atlantsflogi er neyðugt

Meining: Tilboðið frá Atlantsflogi er neyðugt

2017-08-21 22:12 Author image
Sjúrður Skaale

Undir øsingini farnu dagarnar hava fleiri spurt hvørji fólkini eru, sum hava fingið nýggja kortið frá Atlantsflog.

Í Degi & Viku í kvøld kom so eitt navn á - mítt.

So eg skal stutt forklára hví eg havi sagt ja takk - og hví eg ikki bara haldi tað, Atlantsflog ger, vera rætt, men eisini neyðugt.

At fáa ókeypis rundstykki hevur ongan týdning. Og eg drekki ikki í flúgvaranum. At fáa tvey kuffert við hevur heldur ongan týdning - eg havi aldrin nakað kuffert.

Giti at hetta heldur ikki hevur týdning fyri hini, sum hava fingið kortið.

Tað sum HEVUR ein vissan týdning er, at eg við nýggja kortinum sleppi undan køini í lufthavnini Kastrup. At sleppa undan henni hevur ongan sum helst týdning fyri tann, sum ferðast eina ella tvær ferðir um árið. Null. Men hjá mær kemur tað væl við, tí um várið og heystið flúgvi eg ofta heim eina ferð um vikuna.

Sum er nú má eg altíð fara í øgiliga góðari tíð av kontórinum á Christiansborg, tí eg veit aldrin hvussu long henda góða bíðirøð er. Nú kann eg arbeiðsdagurin ár kontórinum vera út ímóti einum tíma longur.

Hetta er kanska ein lukustrupulleiki, sum verður loystur - men hann verður loystur. Og eg sigi ja takk.


Gagnar øllum

Eg flúgvi bara við Atlantsflog, og tað haldi eg eisini, at teir flestu "frequent flyers" helst vilja.

Men nógv hava eitt Eurobonus kort frá SAS, sum ger, at tey sleppa undan hesi góðu bíðirøð, hava atgongd til eina lounge - osv.

Nu fær mann ikki longur Eurobonus poeng við at flúgva við Atlantsflog, tí felagið er koyrt úr skipanini.

Tvs. at vissi tey, sum hava nevndu rættindini, vilja varðveita tey - so mugu tey skifta frá Atlantsflog til SAS.

Og so missir Atlantsflog altso nakrar sera lukrativar kundar. Kundar, sum í mongum førum koyra millum 50 og 100.000 krónur inn í felagið árliga.

Og tað gongur út yvir øll. Tí jú fleiri tey eru, sum flúgva ofta við dýrum ferðaseðlum - jú fleiri kunnu eisini flúgva við bíligum ferðaseðlum.

Við nýggja skipanini kann Atlantsflog bjóða tað sama sum SAS. Tað merkir, at fleiri "frequent flyers" framvegis fara at velja Atlantsflog - og inntøkurnar frá teimum gagna øllum.


Kapping

Tá SAS kom søgdu nógv - sum rætt er - at kapping er góð. Og kappingin er á øllum frontum - hon er eisini um teir kundarnar, sum flúgva oftast og rinda mest fyri sínar ferðaseðlar.

SAS dyrgir eftir hesum kundum. Sjálvandi. Vissi Atlantsflog ikki sleppur at vera við í hesi kappingin, so tapa teir hana. Sjálvandi. Og so missir felagið inntøkur. Eg veit ikki hvørjum tað skuldi gagnað.

At kortið skal eita "Merkið" er kanska óheppið. Men tað verður broytt, skilst. At kortið skal geva ókeypis mat og drekka er eisini púra óneyðugt. Men tað eru smáting. Tað avgerandi er, at Atlantsflog má kunna bjóða "frequent flyers" tað sama sum kappingarneytin.


Ikki neyðugt

Eg kenni meg ikki sum tað "luksusdýr" og tann "VIPara", sum mong hava umrøtt okkum, sum hava fingið nýggja kortið. Men tað ger gerandisdagin eitt sindur lættari - og tað ger freistingina at fara frá føroyska felagnum minni.

Men tann dag eg ikki eru fólkatingsmaður meir, havi eg ongan sum helst tørv á hasum kortinum longur. Og vissi tann, sum tá fer at sita á fólkatingi, fer at flúgva líka ofta sum eg, so unni eg honum ella henni hjartaliga at fáa hetta kortið.

placeholder

Meira langlesnaður