Meining: Tórshavnar kommuna fremur lógarbrot

Meining: Tórshavnar kommuna fremur lógarbrot

2017-10-13 14:30 Author image
Janus Vang

Tórshavnar kommuna letur gravimaskinur og lastbilar, sum arbeiða fyri kommununa, koyra mold á sjógv í stórum nøgdum á Sundi.

Henda framferðin hjá kommununi er brot á løgtingslóg nr. 77 frá 1984, og tí hava limir í Kaldbaksnevndini og áhugabólkinum í Kaldbak meldað framferðina til løgregluna í tveimum umførum.

Moldin er koyrd á sjógv við Sundsá og eystanfyri ánna. Fólk í Kaldbak vóru varug við lógarbrotið tíðliga í heyst og aftur 30. september varð nógv mold koyrd á sjógv. Tá varð hendingin meldað.

So mikið nógv mold varð koyrd á sjógv, at fólk vóru varug við flótandi runu við bátahylin í Kaldbak á norðara armi á Kaldbaksfirði.

Aftur seinastu dagarnar er nógv mold og eyrur koyrt á sjógv, og fyrradagin varð lógarbrotið aftur meldað. Hóast lógarbrotið er meldað til løgregluna, tykist sum um mold og eyrur framvegis verður koyrt á sjógv.

Náttúrufrøðingar siga, at tað kann vera til ampa fyri skeljadjór og hummarar á fjørðinum, tá mold verður koyrd á sjógv í stórum nøgdum. Kaldbaksfjørður er ein av firðunum, har loyvi er at fiska hummara, og har hummararúsur regluliga verða settar.

Løgtingslógin sigur í grein 1, at “Tað er bannað at forkoma mold, leiri og øðrum tilfari frá útgrevstri, vegagerð og tílíkum við at koyra slíkt tilfar til sjós.”

Í grein 2 í “Løgtingslóg um bann móti burturkoyring av mold til sjós” stendur, at “Øll býráð og bygdarráð hava skyldu at ávísa øki, har mold og tilfar frá útgrevstrum og vegagerð o.t. kann leggjast”.

Lógarteksturin er greiður. Tí vóna limir í Kaldbaksnevndini og áhugabólkinum, at lógarbrotið verður steðgað beinanvegin.

http://www.logir.fo/Logtingslog/77-fra-12-07-1984-um-bann-moti-burturkoyring-av-mold-til-sjos--om-forbud

 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður