Meira av upsa og minni av toski

Mynd: Visualhunt

Meira av upsa og minni av toski

2017-10-26 16:05 Author image
Leif Láadal

Avreiðingarnar av botnfiski eru tilsamans áleið á sama støði tríggjar teir fyrstu árfjórðingarnar í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Tað upplýsir Hagstovan.

Nakað tað sama er avreitt av hýsu, 11% minni av toski, meðan nøgdin av upsa er vaksin góð 2 túsund tons ella 14%.

Av øðrum botnfiski sigur Hagstovan, at nøgdin av kongafiski er vaksin munandi í ár – úr smáum 700 tonsum upp í góð 1700 tons – ein vøkstur á 142% í ár í mun til í fjør. Av flatfiski er nøgdin tilsamans minkað 14%, og er nakað minni av svartkalva komin uppá land í ár.

Onnur fiskasløg enn tey, ið eru nevnd undir botnfiski og flatfiski, eru minkað bæði í nøgd (við 11%) og í virði (við 15%). Tað mesta av hesum er gullaksur.

Avreiðingarvirðið er tilsamans eitt vet lakari enn í fjør, og yvirhøvur við undantøkum, er avreiðingarvirðið fyri einstøku fiskasløgini nakað lakari enn í fjør. Til dømis er 14% meira avreitt av upsa í ár, men er virðið minkað 9%, samanborið við í fjør.

 

Kelda: Hagstova.fo

 

http://www.hagstova.fo/fo/tidindi/2017/10/avreidingarnar-aleid-tad-sama-i-nogd-nakad-minni-i-virdi

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður